Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Øl.jpg

Øl

er ein gamal drykkur, sum verður framleiddur um allan heim. Eisini í Føroyum hava vit bryggjað øl í mong ár.

Fyri nøkur er øl líka spennandi og hugtakandi sum vín. So nógv sløg av øli finnast, at tú altíð finnur rætta slagið til eina og hvørja máltíð.

Hvat er øl

Øl er ein geraður drykkur, sum verður framleiddur úr malti, vatni, humlu, ger og kanska onkrum kryddi aftrat. Maltið kann vera kornsløg sum bygg, hveiti, havri, rug, mais ella rís.

Kornslagið verður bloytt í vatni, til tað fer at spíra. Síðan verður tað turkað og snerkt til malt. 

Ein suppa verður kókað úr søta maltinun og kryddað við fruktkendu og beisku humluni og øðrum kryddi. At enda verður alt kølt niður, og ger verður latið í fyri at gera sukurið til alkohol og kolsýru. 

Henda tilgongd tekur vanliga 1-5 vikur. Síðan verður ølið goymt. Í summum førum verður tað goymt í nakrar dagar og í øðrum førum í fleiri mánaðir. Hetta veldst um slag av øli.

At enda verður ølið sílað, hitaviðgjørt og tappað.

Rávørurnar

Í eini góðari øl eru góðar rávørur, og í ølini eru bæði malt, humla, ger, kryddurtir og vatn.

Malt

Ljóst malt er grundarlagið undir ølini og gevur henni eggjahvítaevni, sum fær ølina at skúma. Myrkt malt gevur fyllu, smakk og lit. 

Ofta verða fleiri sløg av malti blandað saman fyri at fáa nógvu eyðkennini frá maltinum til ølina, eitt nú royktan smakk, smakkin av ristaðum breyði, karamell, vanilju, turkaðari frukt, nøtum, sjokulátu, kaffi, lakress og tjøru.

Humla

Humla er í øl sum krydd í mati. Humlan gevur ølinum søta javnvág og beiskleika, smakk og fyllu. Eisini kann ølin fáa eyðkenni av eitt nú sitrus og blómum, hylliblómu, lyngi, grapefrukt, grasi, sólberum, ananas, harpiks og øðrum. 

Humlan hevur eisini týdning fyri skúmið. Hon ger skúmið tættari og fær tað at halda sær longri. Fleiri enn 50 sløg av humlu verða nýtt til ølframleiðslu, og øll hava hvør sín eginleika.

Ger

Gerin verður fyrst og fremst brúkt at gera sukurið frá maltinum til alkohol og kolsýru. Ger gevur súrleika, eyka anga og smakk. 

Av gerini kann ølin fáa smakk av banan, nellikara, hunangi, pipari, ymiskum berum, súreplum, peru, melón, abrikos, fersku, rosinum og sitrus.

Vatn

Umleið 90 prosent av eini øl eru vatn, so dygdin á vatninum skal vera í lagi. Mineralini og saltið í vatninum eru við til at geva ølini smakk.

 

Sí faldara okkara um øl her

Sí faldara um sterkt øl yvir 5,8% her

 
Spyr okkum
Farspor
Hendan síðan brúkar farspor (cookies) fyri at geva tær eina betri uppliving. Les meira um, hvussu vit brúka farspor, og hvussu tú broytir tínar stillingar her.