Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Fjølbroytt vøruúrval

Rúsdrekkasølan hevur eitt fjølbroytt úrval av vørum, sum er sett saman samsvarandi eftirspurninginum hjá viðskiftafólkunum.

Í ymsu vørubólkunum verður dentur lagdur á, at fleiri valmøguleikar eru, bæði tá tað snýr seg um smakk, prís og stødd á fløskum.

Hesum málum virkar Rúsdrekkasølan eftir:

1) Eitt fjølbroytt vøruúrval, bæði viðvíkjandi slagi, smakki, prísi og stødd á fløskum, skal altíð vera á goymslu

2) Fellur eftirspurningurin eftir eini vøru, skulu onnur merki, sum viðskiftafólk heldur vilja hava, koma í staðin

3) Tá úrvalið av vørum verður sett saman, verða menning og rák á heimsmarknaðinum altíð havd í huga

Rúsdrekkasølan hevur eitt fast úrval av vørum, ið er lýst her á heimasíðuni. Yvirlitið fæst eisini á prenti.

Aftrat fasta úrvalinum hevur Rúsdrekkasølan av og á serlig tilboð ella kann royna nýggjar vørur eina tíð, áðrenn gjørt verður av, um tær skulu upp í fasta úrvalið.

Hava viðskiftafólk serlig ynskir um vørur, kann Rúsdrekkasølan fáa tær til vega. Tá skal allur ordrin keypast, og tann, sum keypir, má rinda møguligan eykakostnað av at flyta vøruna heim.

Spyr okkum