Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Søgan

sí faldara Rúsdrekkasøla landsins í 25 ár  

 

Rúsdrekkalógin samtykt

Í 1991 legði landsstýrið fram uppskot um nýggja rúsdrekkalóg, tí politiski myndugleikin helt, at stundin var komin at skipa søluna av rúsdrekka betur.

Nýggja rúsdrekkalógin um innflutning og sølu av rúsdrekka varð samtykt 10. mars í 1992.

Ein stór broyting við nýggju lógini var, at Rúsdrekkasøla Landsins varð sett á stovn, og at nýggi stovnurin skuldi hava einkarrætt at flyta inn og selja rúsdrekka.

Ein onnur týðandi broyting var, at hotell og matstovur fingu loyvi at skeinkja rúsdrekka eftir eini serligari loyvisskipan, og at aldursmarkið at keypa rúsdrekka varð sett niður úr 20 í 18 ár.

Málið var, at eitt rakstraravlop heilt ella lutvíst skuldi nýtast at fíggja upplýsandi virksemi um skaðarnar av rúsdrekka og til at viðgera rúsdrekkamisnýtarar.

Stovnurin til verka

Nýggja rúsdrekkalógin varð sett í verk stigvíst. Á sumri í 1992 varð Dagmar S. Joensen sett sum fyrsti stjóri á stovninum, og fyrstu skeinkiloyvini vórðu latin í juni. Farið varð undir smásølu 2. november í 1992.

Fyrstu sølubúðirnar vóru handilin við Hoyvíksvegin 51 í Havn og handilin í Bøgøtu 38 í Klaksvík. Í 1993 lótu sølubúðirnar á Drelnesi í Suðuroy, á Mølini í Skálavík, í Heiðunum í Miðvági og í Saltangará upp.

Frá byrjan varð rúsdrekka selt um diskin í øllum sølubúðum uttan í Saltangará, har ein roynd varð gjørd at hava sjálvtøku. Tann royndin riggaði so væl, at allir handlarnir seinni gjørdust sjálvtøkubúðir.

Við hesi skipan fór tíðin at hópbíleggja rúsdrekka uttaneftir í søguna. Tiltiknir vóru m.a. tundurkassarnir við brennivíni, sum fólk loystu út á posthúsum, og tunnurnar, sum fólk tappaðu vín úr.

Síðan 1992 hevur Rúsdrekkasøla Landsins havt sum krav, at hon hvørt ár skal lata landskassanum eina ávísa upphædd í avlopi. Upphæddin er í dag 16,8 mió. kr.

Stovnurin rindar haraftrat landinum árliga 50 mió .kr. í avgjøldum.

Hendingar síðan aldarskiftið

Í 1999 varð høvuðsgoymslan á Hoyvíksvegnum flutt niðan á Sandvíkarhjalla, har hon er enn.

Í 2005 fór Dagmar S. Joensen úr starvi sum stjóri, og Elsa Maria Holm Olsen tók við sum stjóri.

Í 2007 flutti deildin í Saltangará í nýggj høli á Heiðavegi.

Í september 2009 læt Rúsdrekkasøla Landsins upp handil í Miðlon við Hoyvíksvegin í Havn. Orsøkin var, at bygningurin á Hoyvíksvegi 51 var so fongdur við soppavøkstri, at Arbeiðseftirlitið gav stovninum boð um at gevast við øllum virksemi í bygninginum.

Í 2010 varð kunngerð nr. 19 um skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins broytt soleiðis, at møguligt gjørdist at hava opið leygardagar. Fyrsti leygardagurin, har møguligt var at keypa í sølubúðunum, var 8. mai 2010.

Í oktober 2011 varð Allan Skaalum settur sum fyribilsstjóri.

Í apríl 2012 varð loyvt at selja øl sterkari enn 5,8%

1. desember í 2012 varð Rógvi Andrias Fossádal settur sum stjóri.

Í juni 2014 flutti handilin í Skálavík í nýggj høli á Sandi. Sostatt varð handilin í Skálavík, sum hevði verið opin síðani 1993, latin aftur.

20. mai í 2015 læt Rúsdrekkasøla Landsins upp sjeynda handilin í bygninginum hjá Stanley við Norðskála. Hetta hendi 22 ár eftir, at fyrstu seks sølubúðirnar vóru latnar upp í 1992 og 1993.

24. mars í 2016 flutti handilin í Klaksvík til størri og nútímans gjørd høli - aftaná at hava verið í hølunum í Bøgøtu í 22 ár

18. mai í 2017 læt Rúsdrekkasølan upp áttanda handilin í Vestmanna. Talan er um ein lítlan handil, sum hevur opið 2 tímar hósdag, fríggjadag og leygardag.

8. juni 2017 læt nýggj fløskumóttøka upp í Havn í væl størri hølum enn undanfarnu, við fýra nýggjum og skjótum móttøkumaskinum.

9. september 2020 læt Rúsdrekkasøla Landsins upp í nýggjum og rúmligari hølum á Trongisvágsvegi 20 í Líðini í Trongisvági. Rúsdrekkasølan hevur húsast í hølunum á Drelnesi, har eisini Føroya Bjór húsast, síðani Rúsdrekkasølan læt upp í Suðuroy í 1993.