Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Handilstreytir við vørubílegging

Ordramóttøka og telefontíð eru allar gerandisdagar millum kl. 09.00 og 17.00 á tlf. 340400 ella á ordri@rusan.fo umframt at møguleiki er at bíleggja á heimasíðu okkara www.rusan.fo

Bíleggingar, sum eru okkum í hendi fyri kl. 10.00, verða sendar við Posta sama dag - og eftir kl. 10 komandi gerandisdag. Skal vøran á útoyggj, kann tað taka upp í 1-3 dagar.

Útkoyring

Vit senda vørur okkara um alt landið við Posta. Í Havn ber harumframt til at fáa vøru koyrda út við okkara bilum ímóti gjaldi ella at heinta vøruna á høvuðsgoymslu okkara á Hjalla.

Legg til merkis, at tú mást vera 18 ár ella eldri, fyri at vit kunnu útflýggja bíleggingar, ið innihalda rúsdrekka. Um neyðugt kunnu vit krevja samleikaprógv, áðrenn vøran verður útflýggjað.

Stórir ordrar:

Um keypari í góðari tíð vil tryggja sær stóra mongd av vøru, tvs. fyri eitt virði yvir 5.000 kr., skal ordrin rindast í seinasta lagi fýra arbeiðsdagar eftir bílegging, ella eftir at vøran er komin á goymslu. Vøran verður tá løgd til viks til keypara.

Um keypari ikki vil gjalda áðrenn, kunnu vit ikki tryggja við fullari vissu, at vøran er á goymslu, tí hon kann vera útseld hjá veitara, tá hon verður bíløgd.

Møguleiki eigur tó altíð at vera at finna aðra vøru í staðin.

Gjaldsfreist:

Allar vørur verða goldnar kontant ella við korti. Vilt tú sum keypari flyta peningin, skal peningurin vera á kontu, áðrenn vøran verður útflýggjað.

Avsláttur verður bara latin loyvishavarum. Hesir fáa avsláttur á 5 prosent av víni og heitvíni.

Lata vøru innaftur:

Keypari kann lata vøru innaftur innan 14 dagar frá søludegi ímóti at vísa kvittan fyri vørukeypið. Ein meginregla í sambandi við iðranarrætt er, at Rúsdrekkasøla Landsins fær vøruna aftur í sama standi, sum tá ið keyparin tók ímóti henni frá Rúsdrekkasøluni.

Servørur kunnu bíleggjast eftir avtalu, men verða ikki tiknar innaftur.