Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Matur og drekka.jpg

Matur og vín, ið hóskar saman

- Mótsetningarnir fullfíggja hvønn annan á ein frálíkan hátt og bjóða okkum nýggjar og forvitnisligar smakkupplivingar

Til eru óteljandi vínbøkur við neyvum ráðum og upplýsingum um, hvussu matur og vín verða sett saman. Í teimum verður vanliga støði tikið í samsvarandi pørum, t.e. aftur við sterkum mati skalt tú hava sterkt og trivaligt vín, men aftur við mildum smakki skalt tú hava okkurt fittligari vín. Viðhvørt kunnu mótsetningarnir fullfíggja hvønn annan á ein frálíkan hátt og bjóða okkum nýggjar og forvitnisligar smakkupplivingar.

Eitt klassiskt dømi um mótpartar, sum fullfíggja hvønn annan frálíka væl, er at hava søtt hvítvín aftur við søltum grønblámuosti. Umframt at grønblámuostur oftast smakkar sterkur, kann hann vera ógvuliga saltur. Tað ger tað trupult at fáa eitt turt reyðvín at sampakka við tey sterkaru sløgini av grønblámuosti, sum t.d. Stilton ella ein búnan Roquefort. Tá loysir tað seg at leita eftir einum víni við avlopssukri. Tey søtu hvítu vínsløgini úr Sauternes standa seg væl í kappingini við saltan og sterkan anga og gera, at eftirsmakkurin verður bæði langur og harmoniskur. Teir alrasterkastu grønblámuostarnir kunnu gerast ov nógv av tí góða eisini fyri ein Sauternes, og tá leita øll eygu eftir portvínsløgunum.

Siðurin hjá fransmonnum at bjóða ein fordrykk, sum er eitt glas av søtum hvítvíni ella Sauternes kann vera ørkymlandi. Eftir okkara fatan skal ein fordrykkur í høvuðsheitum vera turrur, frískligur og spakur. Líka ørkymlandi kann tað vera at fáa boðið eitt glas av Sauternes ella søtum víni úr Alsace aftur við einum bita av gásalivur ella dunnulivur. Livurin er feit og smakkar eitt vet beisk, sum saman við tí aðalreyða og søtanum í víninum ger upplivingina ógloymandi. Mótsetningarnir fullfíggja hvør annan, og heildin verður meira enn úrslitið av báðum pørtunum.

Kryddsterki eysturlendski køkurin hevur fingið sín sess í okkara norðurlendsku matarsiðvenju. Sterkt chili og karry seta viðhvørt órímilig krøv til vínið. Kryddini gera, at eisini eitt reyðvín við dámligum garvisýrum smakkar serstakliga beiskt og sterkt. Er vínið harumframt eikjað, kann upplivingin av hesum gerast enn sterkari. Aftur við heitum mati verður mælt til at hava eitt angaríkt, fruktkent óeikjað hvítvín við einum veti av avlopssukri. Tú kanst velja millum drúvur sum Gewürztraminer, Viognier, Muscat og Pinot Gris í hálvturrari ella enntá hálvsøtari útgávu. Sukrið temur tey sterku kryddini, og angarnir gera, at vínið kann kappast við tann kryddsterka matin. Til teir alraheitastu rættirnar skat tú ikki so mikið sum royna at borðreiða við víni, men beinan vegin mæla til at drekka øl ella vatn afturvið.

Sjampanja hóskar seg væl at bjóða aftur við einari máltíð. Afturímóti hvat vit vanliga halda, kann sjampanja eisini hóska sera aftur við osti. Ein búgvin parmesan-ostur er til dømis frálíkur at fullfíggja ein fordrykk av sjampanju við. Eingin feit hinna kemur í munnin, og heildin verður ein góður smakkur av nøtum. Royn fordómsfrítt at bjóða turra sjampanju aftur við frískum berjadessertum. Oman á eina langa máltíð er ein turr og fruktkend sjampanja frískandi og løtt í smakkinum.