Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Handfaring av víni.jpg

Handfar vínið soleiðis

Skal góðskan vera av besta slag, er umráðandi at handfara vínið rætt. Ymsu vínini skulu handfarast ymiskt, og her eru nøkur góð ráð um, hvussu tú kanst bera teg at frá keypi til skeinking.

Keyp

Gott er at keypa vínið í góðari tíð. Vín skal ikki keypast sama dag, sum tað skal njótast. Alt vín hevur gott av at hvíla minst eitt samdøgur.

Goymsla

Vín búnast og verður betri av at verða goymt. Goym vínið myrkt, har ongar ristingar eru. 

Best er at goyma vínið í 10-14 hitastigum. 15-20 hitastig oyðileggja ikki vínið, men tað búnast skjótari í hesum hitanum. Hiti yvir 20 stig er ikki heppin. Vín má ongantíð frysta.

Goym altíð vínið liggjandi, so proppurin ikki tornar. Um proppurin tornar, sleppur súrevni at víninum, og vínið oyðilegst.

Borðreiðing

Hitin er sera avgerandi fyri, hvussu vínið smakkar. Er vínið ov kalt, kemur smakkurin ikki til sín rætt. Er vínið ov heitt, doyvir alkoholdampurin tað besta í bæði anga og smakki.

Jú kaldari vínið er, tess frískari tykist tað. Tí er hvítvín betri egnað at borðreiða kalt enn reyðvín.

Svaling

Lættari er at geva hvítvíni rætta hitan enn reyðvíni. Nógvir hættir eru at køla vínið. Besti og skjótasti mátin er at seta vínið í eina spann við vatni og ísi. Eisini kann vínið standa undir rennandi, køldum vatni. 

Køliskápið kann nýtast, men lat ongantíð vínið liggja ov leingi í køliskápinum.

Upphiting

At hita vín tekur longri tíð. Best er at seta reyðvínið í køkin, helst dagin fyri borðreiðing. Mælt verður staðiliga frá at royna at skunda undir upphitingina. Víngóðskan minkar, verður fløskan hitað við heitum vatni ella á annan hátt.

Upplating

Eldri og búgvin reyðvín eiga at verða latin upp stutt undan borðreiðing. Tað sama er galdandi fyri portvín. Ung og frísk reyðvín tola at verða latin upp langt undan borðreiðing, upp í fleiri tímar. Hvítvín og rosévín eiga at verða latin upp stutt undan borðreiðing.

 
Spyr okkum
Farspor
Hendan síðan brúkar farspor (cookies) fyri at geva tær eina betri uppliving. Les meira um, hvussu vit brúka farspor, og hvussu tú broytir tínar stillingar her.