Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Vit ráðgeva tær fegin !

Niðanfyri eru vegleiðindi tøl fyri nýtslu av drekkivørum til veitslur, barnadóp, móttøkur o.a. Tølini eru vegleiðandi og kunnu broytast alt eftir, hvussu tiltakið er samansett. Vit mæla altíð til, at tit tosa við ráðgevarar okkara. Send okkum ein teldupost á rusan@rusan.fo ella støkk inn á gólvið.

Reyðvín (vanligt borðhald – forrættur, høvuðsrættur og dessert)
Umleið 2 fólk pr. fløsku (75 cl) – tvs. 37,5 cl pr. persón

Hvítvín (vanligt borðhald – forrættur, høvðusrættur og dessert)
Umleið 2 fólk pr. fløsku (75 cl) – tvs 37,5 cl pr. persón

Snapsur
Umleið 25 snapsir pr. fløsku (70 cl) – tvs. 2,8 cl pr. persón

Vælkomudrykkur
Umleið 7 gløs pr. fløsku (70 cl) – tvs 10 cl pr. persón

Brennivín / barr
Umleið 7 fólk pr. fløsku (70 cl) – tvs. 10 cl pr. persón
Vanligt er, at mest fer av ginn, síðani vodka og so romm

Øl
Vanligt borðhald, har vín eisini verður skonkt:
Umleið 3 fløskur pr. persón
Tá vín ikki verður skonkt, umleið 5 fløskur pr. persón
Vanligt er, at mest fer av pilsnar, síðan classic og so gull

Cognac/likør
17 fólk pr. fløsku (70 cl)
Tvs. 4 cl pr. persón (IKKI 4 cl. Cognac OG 4 cl. Baileys – 4 cl tilsamans)
Vanligt er, at mest fer av likøri, og síðani cognac

Reseptión
Í mesta lagi 1 glas pr. persón (vín)

Barnadópur / Ferming
Umleið 2 gløs pr. persón (vín)

Til sjálvtøkuborð, fer uml. ½ fl. Av vín, pr. persón, um øl eisini verður skonkt
1 fl reyðvín                                    = uml. 5-6 gløs
1 fl hvítvín                                     = uml. 6-7 gløs
1 pk. hvítt pakkavín (Svarar til 4 fl.) = uml. 24-28 gløs
1 pk reytt pakkavín (svarar til 4 fl.)  = uml. 20-24 gløs

 

 
Spyr okkum