Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Portvín 

er frálíkt til dessertir. Tvey ymisk sløg av portvíni finnast, tey ungu ruby og tey búnu tawny.

Ruby er tað lættara og fruktkenda portvínið. Liturin er rubinreyður, og smakkurin er úr kirsuberum. Vínið verður vanliga goymt í 2-3 ár, áðrenn tað verður latið á fløsku.

Tawny angar og er búgvið portvín, ið ofta verður goymt á fati í 3-7 ár, áðrenn tað verður latið á fløsku. Virðismikil sløg verða goymd heilt upp í 40 ár, áðrenn tey koma í handilin. 

Liturin á tawny er gullbrúnur, og smakkurin er av turkaðari frukt og haraftrat einum ferili av sjokulátu, fikum og nøtum.

Ymiskt er, hvussu leingi portvín verða goymd. Fínastu sløgini skulu búnast á fløsku í áratíggju. Ung árgangsportvín hava ofta nógva garvisýru og fruktkendan smakk, ið gerst rundari, jú longri tey verða goymd.

Upplatið portvín

Fleiri halda, at portvín heldur sær longri enn vanligt vín, eftir at tað er upplatið. Hetta er ikki heilt rætt. 

Portvínið heldur sær eitt sindur longri, tí meira alkohol og sukur er í tí enn í vanligum víni, men tá luft kemur at portvíninum, missir tað smakkin. 

 Tey virðismiklu árgangsportvínini skulu helst drekkast nakrar tímar, eftir at fløskan er upplatin. Ruby heldur sær ikki líka væl sum tawny.

Spyr okkum