Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Madeira, Marsala og Malaga

Klassisk heitvín verma og smakka væl, men serliga søtu sløgini av Madeira, Marsala og Malaga eru frálík at njóta afturvið ella at lata í dessertir.

Madeira

er av oynni Madeira. Tey kendastu sløgini eru tey søtu, sum hóska væl aftur við dessertum. Madeira fæst eisini við turrari smakki. 

Liturin kann vera alt frá gyltum til myrkt. Madeira verður goymt á fati, og tað fínasta slagið verður goymt í 15 ár. Madeira kann halda sær upp í eitt ár, eftir at fløskan er latin upp.

Marsala

stavar frá Sisilia. Búgvið Marsalavín hevur ein samasettan brendan smakk, og vínið kann bæði vera súrligt og søtt. 

Liturin er myrkt reyður. Marsala egnar seg væl til fordrykk ella aftur við dessert. Eisini er tað væl egnað til matgerð. Marsala verður goymt á fati. Tað fínasta slagið verður goymt í minst 10 ár.

Malaga

er úr býnum Malaga í Spania. Upprunaliga varð tað kallað Malaga-siroppur, tí tað var so søtt. Í dag eru nógv ymisk sløg av Malaga, og tey spenna frá at vera søt til at vera hálvturr. 

Liturin kann vera alt frá gulum til svart, og smakkurin er fruktkendur og lættur, serliga í ungum vínum, og tyngri í teimum búnu vínunum. 

Vanligu sløgini av Malaga verða goymd á eikifati í 2-5 ár. Fínaru sløgini liggja longri.

 
Spyr okkum
Farspor
Hendan síðan brúkar farspor (cookies) fyri at geva tær eina betri uppliving. Les meira um, hvussu vit brúka farspor, og hvussu tú broytir tínar stillingar her.