Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Romm

verður framleitt úr sukurrørum. Sukurrørini verða knúst, og síðan verður sevjan tikin frá. Tá sevjan verður hitað, krystalliserast reint sukur á yvirflatuni, og restin av sevjuni verður myrk og siroppkend.

Tá sevjan verður hitað eina ferð aftrat, verður hon myrkari og beiskari. Hon verður so tynt, ger verður latin í, og síðan broytist sukurið til alkohol.

Løgurin skal destillerast, skal hann gerast sterkari. Hvussu sterkt rommið verður, veldst um, nær tað verður tappað.

Ein partur av romminum verður ofta goymdur leingi. Sum oftast er talan um tann partin, ið skal gerast til myrkt romm. Smakkurin er bleytari og rundari. 

Spyr okkum