Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

1 Innleiðsla

Rúsdrekkasøla Landsins hevur skyldu til at tryggja trúnað, rættleika og atgongd á upplýsingum, ið vit viðgera um okkara viðskiftafólk, veitarar og starvsfólk, undir hesum eisini persónupplýsingar. Rúsdrekkasølan tekur dátuvernd í størsta álvara og arbeiðir áhaldandi fyri at verja persónupplýsingarnar við at raðfesta KT-trygdina og tryggja, at vit halda dátuverndarlógina.

(2 Okkara viðgerðir

Niðanfyri er ein lýsing av hvørjar persónupplýsingar vit viðgera, og hvat endamálið er við viðgerðini, umframt hvør heimildin er fyri einstøku viðgerðunum.

(2.1 Kundar – Netsøla

Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu gjøgnumføra handilin og senda til keyparan.

Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri, at yvirhalda eina avtalu sambært § 8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.

Tey skrásettu: Keyparar

Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar persónsupplýsingar, undir hesum, navn, teldupostur, telefon, bústaður, bygd/bý og konto upplýsingar.

Kelda: Sum meginregla koma upplýsingar frá kundanum.

Varðveitslu tíðarskeið: Upplýsingarnar um kundar verða goymdar eftir tørvi, tó minimum 5 ár samsvarandi krøvinum í bókhaldslógini. Tá vit ikki hava tørv á upplýsingunum longur, verður støða tikin til, um upplýsingarnar skulu varðveitast ella strikast. Her verður atlit tikið til skjalasavnslógina, og um upplýsingar skulu flytast til Tjóðskjalasavnið.

Móttakarar: Sum meginregla geva vit ikki persónupplýsingar víðari til triðjapart, men nýta vit í ávísan mun útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingunum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitarar, sum tryggja, at persónupplýsingarnar verða viðgjørdar samsvarandi dátuverndarlógini.

(2.2 Starvsfólk

Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu røkja tær uppgávur, stovnurin skal gera dagliga og fyri at tryggja, at stovnurin kann halda sínar skyldur mótvegis tær sum starvsfólki.

Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu halda tær avtalur, vit sum arbeiðsgervari hava avtalað við teg sum starvsfólk sambært § 8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini. P-talið verður viðgjørt sambært § 16, stk. 2, nr. 3.

Tey skrásettu: Vit skráseta leypandi upplýsingar um teg sum starvsfólk.

Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar persónupplýsingar, sum tú sendi okkum í tíni starvsumsókn herundir navn, bústaður, telefonnummar og teldupostur, umframt aðrar upplýsingar so sum CV., próvtøl, myndir og aðrar upplýsingar. Harumframt skráseta vit starvsfólk í ymiskum skipanum við starvseting, har millum annað P-tal og kontuupplýsingar verða skrásett. Tá eitt starvsfólk arbeiðir hjá Rúsdrekkasøluni verður tað eisini leypandi skrásett upplýsingar, so sum arbeiðstíð og eftirútbúgving við meira.

Kelda: Sum meginregla koma upplýsingar frá starvsfólkinum sjálvum, men onkrar upplýsingar verða framleiddar innanhýsis av øðrum starvsfólkum ella skipanum.

Varðveitslu tíðarskeið: Upplýsingarnar um starvsfólk verða goymdar eftir tørvi. Sum almennur myndugleiki goyma vit persónupplýsingar um starvsfólk, so leingi, vit hava tørv á hesum til at røkja okkara myndugleikauppgávur. Tá vit ikki hava tørv á upplýsingunum longur, verður støða tikin til, um upplýsingarnar skulu varðveitast ella strikast. Her verður atlit tikið til skjalasavnslógina, og um upplýsingar skulu flytast til Tjóðskjalasavnið.

Móttakarar: Sum meginregla geva vit ikki persónupplýsingar víðari til triðjapart, men nýta vit í ávísan mun útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingunum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitarar, sum tryggja, at persónupplýsingarnar verða viðgjørdar samsvarandi dátuverndarlógini.

(3 Tíni rættindi

Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi, sum Rúsdrekkasøla Landsins hevur skyldu til at fylgja.

Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa innlit í hvørjar persónupplýsingar vit viðgera um teg. Somuleiðis kanst tú fáa skeivar ella manglandi persónupplýsingar rættaðar. Um tú ynskir, at tínar persónupplýsingar verða strikaðar, at vit avmarka viðgerðina av tínum persónupplýsingum, ella tú ynskir at nýta tín rætt til dátuflutning, ella at mótmæla og steðga eini viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.

Tá vit viðgera persónupplýsingar grundað á samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur. Fyri at taka títt samtykki aftur, kanst tú seta teg í samband við okkum.

Afturtøka av einum samtykki ávirkar ikki heimildina fyri viðgerð, ið er farin fram, áðrenn afturtøkan er framd.

(4 Broytingar í hesari dátuverndarkunning

Vit gera leypandi eina endurskoðan av dátuverndarkunningini fyri at staðfesta, um hendan skal dagførast ella tillagast.

Hendan dátuverndarkunning er seinast dagførd, tann 01.12.2022.

(5 Samband

Um tú ynskir at nýta tín rætt, sum lýst omanfyri, ella um tú hevur spurningar til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum ella hesari dátuverndarkunning, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Rúsdrekkasøla Landsins

Att: Dátuverndarfólkið

Skálatrøð 14

110 Tórshavn

(+298) 34 04 00

rusan@rusan.fo

 

(6 Kæra

Um tú ynskir at kæra yvir okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, verður tú vinaliga biðin um at senda okkum ein teldupost á rusan@rusan.fo og lýsa málið. Vit viðgera kæruna og venda aftur.

Tú hevur eisini rætt til at kæra til Dátueftirlitið í sambandi við tíni rættindi, umframt okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Fyri nærri kunning um hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru verður víst til heimasíðuna hjá dátueftirlitinum www.dat.fo