Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Takk fyri at tú sjálvboðin vísir samleikaprógv

Rúsdrekkasølan heitir á øll ung, sum keypa í handlum okkara, um at vísa samleikaprógv sjálvboðin. Endamálið er at tryggja, at øll, sum keypa frá okkum, eru 18 ár og eldri, eins og lógin áleggur.
Hetta lættir um hjá starvsfólkum okkara, tá ivamál eru um aldur á ungdómi. Tá ung vísa samleikaprógv sjálvboðin, eru tey við til at gera avgreiðsluna við kassan skjótari og smidligari, so viðskiftafólk okkara verða nøgd, samstundis sum vit halda okkum til lógarkarmin, vit arbeiða undir.

Løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992

§ 17. 1) Tað er forboðið, at selja ella flýggja út rúsdrekka til persónar, sum ikki eru fyltir 18 ár, ella at flýggja út rúsdrekka, um tað er sannlíkt, at rúsdrekka er tilætlað øðrum, sum ikki lúka treytirnar fyri at fáa rúsdrekka.

Stk. 2. 1) Tann, sum selir, flýggjar út, skeinkir ella letur skeinkja rúsdrekka, hevur skyldu til at um neyðugt tryggja sær við framvísan av samleikaprógvi, at móttakarin lýkur aldurstreytina.

 

Vit vilja verða við til at fyribyrgja misnýtslu

Tað er ein av fremstu uppgávunum hjá Rúsdrekkasølu Landsins at hava ein virknan leiklut í at menna eina góða drykkjumentan í samfelagnum.
Sum einkarsøla kennir stovnurin alt ov væl keðiligu fylgjurnar av rúsdrekkamisnýtslu og er sera tilvitaður um sína samfelagsligu ábyrgd.

 

Útsetið fyrsta snapsin

Fyri hvørt ár, sum fyrsti smakkurin av alkoholi verður útsettur, minkar vandin fyri at gerast bundin av rúsevnum við 14 prosentum. Tað vísir amerikonsk gransking.

Nógvar orsøkir eru til, at tannáringar og alkohol ikki hóska saman:

1. Í tannárunum mennast vit

Tað er tá, tú mennir nýggjar socialar førleikar, sum at nærkast hinum kyninum við dansi og práti. Hetta skal helst gerast uttan alkohol. Um tú byrjar at drekka tíðliga, er stórur vandi fyri, at tú altíð fer at kenna tørv á alkoholi fyri at kunna nærkast hinum kyninum.

2. Tannáringar duga ikki at meta um fylgjurnar av at drekka alkohol

Ung hava ilt við at kenna á sær, nær tey hava kenning, og tey verða tí ofta alt ov full. Tann, ið drekkur heilt nógv í tannárunum, kann gerast bundin eftir fáum árum. Hjá vaksnum tekur tað longri tíð at gerast bundin, og tá er lættari at síggja ávaringartekinini og steðga meðan tíð er.

3. Fullir tannáringar kunnu koma heilt illa fyri

Tá tú ert fullur gerast vandarnir størri, av tí at heilin ikki virkar eins væl og vanligt. Tey flestu, ið royna narkotika á fyrsta sinni, eru ávirkaði av rúsdrekka. Og flestu ungfólk, sum hava sex uttan veruliga at vilja tað ella gera tað uttan fyribyrging, eru ávirkaði av rúsdrekka.

Foreldur at tannáringum eiga sostatt at stuðla børnum sínum at bíða so leingi ið til ber við alkoholnýtslu.

 

Teksturin er týddur úr svenska faldaranum, "Fakta, tips och myter om alkohol och hälsa", sum er at fáa í øllum teimum svensku einkarsølunum.

Hví einkarsølu?

Sí áhugaverdan lesna um evnið niðanfyri:

NRK - "tá mamma og babba drekka"

WHO Evidence for the effectiveness and cost-effectiveness of interventions to reduce alcohol-related harm

WHO Handbook for action to reduce alcohol-related harm

 

 

Leinkjur

Les meira um hvussu tú handfer rúsdrekka við skili á Alt om alkohol