Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Vinir lova ikki vinum at koyra skít.jpg

Vinir lova ikki vinum at koyra skít

Flestøll venda sær frá rúsdrekkakoyring. Kortini er tað eitt kent fyribrigdi. Tað kann vera langt frá hugburði til atferð. Við hesum átaki vilja vit fara eitt stig víðari og eggja fólki til at leggja seg útí, um tey varnast at vinfólk, skyldfólk ella starvsfelagar ætla at koyra ávirkað.

Rúsdrekkakoyring ein vandi í ferðsluni

Tó at tey flestu ikki vilja verða flokkað sum rúsdrekkakoyrarar, eru tað ikki øll, sum megna at liva upp til hetta. Hugburðurin tykist tó vera batnaður, síðani promillumarkið í 2009 varð sett niður í 0,2 og revsingin varð herd.

Gallup: Fá siga seg koyra við promillu yvir 0,2

Í Gallupkanning í juni 2012 vórðu stívliga 500 føroyingar spurdir, hvussu ofta teir høvdu koyrt við eini promillu hægri enn 0,2. Her svaraðu 94% ‘Ongantíð’, meðan 3% svaraðu eina ferð um árið ella sjáldnari, 1% eina ferð um hálvárið og 1% eina ferð um mánaðin. Tað eru sostatt lutfalsliga fá, sum – hóast ónevnd – siga seg koyra við ov høgari promillu. Samanbera vit hetta við svarið hjá føroyingum, tá tað kemur til at koyra skjótari enn hámarksferðina, er søgan ein heilt onnur – her siga bert 15 av føroyingum seg ongantíð koyra skjótari enn hámarksferðina. Hetta vísir, at fólk hava lætt við at viðganga seg at bróta hámarksferðina, meðan støðan er hin øvuta, tá tað kemur til at bróta promillumarkið.

Donsk kanning vísir sama rák, at fjøldin tekur frástøðu frá rúsdrekkakoyring og at nærum eingin vil vera eyðkendur sum ein, ið koyrir ávirkaður. Andsøgnin í somu kanning er, at rúsdrekkavanlukkur í Danmark framvegis telja fyri umleið 1/5 av øllum vanlukkum. Av teimum, sum doyggja í ferðsluni í Danmark, er 4. hvør í rúsdrekkavanlukku.

 

Vinir lova ikki vinum at koyra skít

Hetta er átak, sum Ferdslutrygd skipaði fyri í 2012, men evnið er framvegis aktuelt.

Kanningar vísa, at nógv tey flestu, sótu saman við øðrum og drukku, áðrenn tey koyrdu ávirkað. Men tað kann vera trupult at leggja seg útí og steðga einum at seta seg handan róðrið. Tí er skilagott at avtala ferðina heim, tá veitslan byrjar, so sleppast kann undan pínligum støðum. Við átakinum vil ráðið hava fólk at steðga sínum medmenniskjum at koyra ávirkað við hesum ráðum:

Fyribyrg - Soleiðis koma tú og tínir vinir trygt heim:

  • Avtala áðrenn veitsluna, hvør koyrir heim
  • Ert tú vertur, bjóða eisini drykkir uttan alkohol til tey, ið ætla at koyra
  • Skipa fyri flutningi heim til gestir ella bjóða teimum at gista

 

Legg teg útí - Soleiðis steðgar tú tínum ávirkaða vini at koyra:

  • Sig at tær dámar illa, at hann/hon koyrir
  • Royn at tosa hann/hana frá at koyra og tak møguliga lyklarnar
  • Fá onnur at at hjálpar tær at tosa hann/hana frá
  • Ring eftir hýruvogni og læn honum/henni møguliga pening at gjalda
  • Bjóða gisting
  • Bjóða tær at koyra, um tú ikki hevur drukkið
  • Um hann/hon kortini koyrir – ring til politiið á 112

Les meira um átakið á heimasíðuni hjá Ferðslutrygd her

Kelda: Ferðslutrygd

Hví einkarsølu?

Sí áhugaverdan lesna um evnið niðanfyri:

NRK - "tá mamma og babba drekka"

WHO Evidence for the effectiveness and cost-effectiveness of interventions to reduce alcohol-related harm

WHO Handbook for action to reduce alcohol-related harm

 

 

Leinkjur

Les meira um hvussu tú handfer rúsdrekka við skili á Alt om alkohol