Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Jú seinni jú betri

Útsetið fyrsta smakkin av alkoholi

Fyri hvørt ár, sum fyrsti smakkurin av alkoholi verður útsettur, minkar vandin fyri at gerast bundin av rúsevnum við 14 prosentum. Tað vísir amerikonsk gransking.

Nógvar orsøkir eru til, at tannáringar og alkohol ikki hóska saman:

1. Í tannárunum mennast vit

Tað er tá, tú skalt menna ymsar nýggjar førleikar, og vísa teg føran fyri at práta, dansa, fríggja og fjasa. Hetta skal helst gerast uttan alkohol. Um tú byrjar at drekka tíðliga, er stórur vandi fyri, at tú altíð fer at kenna tørv á alkoholi fyri at kunna gera hesi tingini.

2. Tannáringar duga ikki at meta um fylgjurnar av at drekka alkohol

Ung hava ilt við at merkja, nær tey hava kenning, og tey verða tí ofta alt ov full. Tann, ið drekkur heilt nógv í tannárunum, kann gerast bundin eftir fáum árum. Hjá vaksnum tekur tað longri tíð at gerast bundin, og tá er lættari at síggja ávaringartekinini og steðga aftur.

3. Fullir tannáringar kunnu koma heilt illa fyri

Tey flestu ungu, sum koma í bardaga, eru ávirkað. Vandin fyri ólukkum gerst størri, av tí at heilin ikki virkar eins væl og vanligt. Tey flestu, ið royna narkotika á fyrsta sinni, eru ávirkað. Og flestu ungfólk, sum hava sex uttan veruliga at vilja tað ella gera tað uttan fyribyrging, eru ávirkað.

Sostatt hava tannáringaforeldur allar orsøkir at halda børnunum frá alkoholi so leingi sum gjørligt.

Teksturin er týddur úr svenska faldaranum, "Fakta, tips och myter om alkohol och hälsa", sum er at fáa í øllum teimum svensku einkarsølunum.

Hví einkarsølu?

Sí áhugaverdan lesna um evnið niðanfyri:

NRK - "tá mamma og babba drekka"

WHO Evidence for the effectiveness and cost-effectiveness of interventions to reduce alcohol-related harm

WHO Handbook for action to reduce alcohol-related harm

 

 

Leinkjur

Les meira um hvussu tú handfer rúsdrekka við skili á Alt om alkohol