Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Leysasøgur um alkohol

Nógvar leysasøgur ganga um alkohol. Bæði her heima, men eisini úti í heimi. Nakrar søgur eru sannar ella partvís sannar, meðan aðrar als ikki hava hald í veruleikanum. Her eru nakrar av teimum vanligastu leysasøgunum:

- Tannáringar, sum fáa øl og vín heima, duga betur at fáast við alkohol enn tannáringar, ið ikki kenna til alkohol heimanífrá
Eingin sannleiki er í hesum, tvørturímóti. Svenskar kanningar vísa, at ungdómur, ið fær alkohol heima, drekkur meiri og er í størri vanda fyri at fáa trupulleikar av alkoholi í framtíðini enn ungdómur, sum ikki er vanur við alkohol heima.

- Einkarsølurnar hava skuldina av, at fólk ikki duga sær hógv, tá tey drekka
Hetta hoyrist mangan, men tað er ikki rætt. Tøl vísa, at meiri varð drukkið, áðrenn einkarsølurnar í ymsu norðurlondunum vórðu stovnaðar. Í 1800-talinum var svenska alkoholnýtslan størst í Evropa. Í dag telist hon millum tær lægstu, hóast ein øking hevur verið seinastu árini. (Henda øking stendst í stóran mun av, at svensku reglurnar fóru úr gildi, tá landið fór uppí ES)

- Myrkt alkohol gevur verri høvuðpínu enn ljóst alkohol
Hetta er púra rætt sambært kanningum. Reyðvín, konjakk og aðrir myrkir løgir við alkoholi innihalda fleiri hjáevni enn ljósu løgirnir. Hesi hjáevnini kunnu elva til, at høvuðpínan gerst verri, enn um tú til dømis drekkur vodka ella hvítvín. Besti hátturin at sleppa undan høvuðpínuni er tó sjálvandi at drekka við skili.

- Tú verður fylri, um tú blandar pínutablettir og øl
Hetta er lygn og harafturat vandamikið. Tú verður ikki fylri av at blanda øl og pínutablettir, tí vanligar pínutablettir ávirka ikki meginnervalagið. Hinvegin kanst tú verða eitraður. Hóast tað er beinleiðis vandamikið at blanda tablettir og alkohol, er hetta ein lívsseig leysasøga, tí ungdómur hevur blandað pínatablettir og øl síðani 60'ini.

- Alkohol mennir skapanarhugin
Hetta er bæði satt, hálvsatt og ósatt. Kreativitetsgranskarin, Torsten Norlander, býtir listarligu tilgongdina upp í ymisk stig. Hvørt alkoholið hjálpir ella ikki veldst so um, hvørjum skapanarstigi tú ert á. Tú megnar ikki eins væl at meta um hvat tilfar skal nýtast og at gera tær eitt yvirlit yvir ætlanirnar, tá tú smakkar tær á.Harumframt minka evnini at síggja tingini úr fleiri sjónarhornum. Sambært Norlander fært tú tó eitt slag av tunnilssjón, sum kann elva til nýggj hugskot, tá tú drekkur.Men úrslitið kann sanniliga eisini verða verri, tá tú drekkur, tí handalagið ávirkast av alkoholinum. Hetta er helst orsøkin til, at flestu listafólk, tónasmiðir og rithøvundar helst vilja arbeiða við list, tá tey eru edrú.

Teksturin er týddur úr svenska faldaranum, "Fakta, tips och myter om alkohol och hälsa", sum fæst í øllum svenskum einkarsølum.

 

Livir tú eitt vandafult lív uttan at vita tað?

Kanna tína alkoholnýtslu á alkoholprofilen.se

 

Hví einkarsølu?

Sí áhugaverdan lesna um evnið niðanfyri:

NRK - "tá mamma og babba drekka"

WHO Evidence for the effectiveness and cost-effectiveness of interventions to reduce alcohol-related harm

WHO Handbook for action to reduce alcohol-related harm

 

 

Leinkjur

Les meira um hvussu tú handfer rúsdrekka við skili á Alt om alkohol

Farspor
Hendan síðan brúkar farspor (cookies) fyri at geva tær eina betri uppliving. Les meira um, hvussu vit brúka farspor, og hvussu tú broytir tínar stillingar her.