Anga av ber og frukt. Bleytan og lættan fruktsmakk við nakað krydd og sýru í eftirsmakkinum. Hóskar m.a. til rættir av neyta- og svínakjøti umframt pitsa.
Myrkan rubinreyðan lit. Ramligan anga av fruktum. Smakkurin er bleytur við megi og góðari fyllu. Góða javnvág og ein langan ráka. Hóskar til neytakjøt og villini djór
Vínið hevur ein frískan og reinan anga av hylliblómu og lyngi. Vínið hevur ein lættan smakk av fersku, peru og passiónsfrukt. Hóskar til skeljadjór og aðrar fiskarættir. Eisini egnað sum fordrykkur.
Angar av myrkum berum, bromberlikøri og marsipani. Smakkurin er stórfingin og ber brá av berum og fruktsøtleika. Hóskar m.a. til tyngri rættir, dunnu, lamb- og neytakjøt.