Calvados við einum gyltum brúnum liti. Angi og smakkur er frískur, við tónum av hasselnøtum, bananum og eitt sindur av krydd. Hóskar væl at drekka afturvið ymiskum dessertum, so sum ísi.
Romm úr Barbados. Hevur fyrst lagrað í heimlandinum, Barbados, síðan í Cognac økinum í Fraklandi. Smakkurin er blíðliga søtur og ber brá av vanilju, kaneli og sjokolátu.