Søtleiki og silki, lýsa hesa sjampanju best. Angi og smakkur, bera brá av búnum fruktum og leskiligum bløðrum. Hóskar til omaná, frukt, ost og at njóta bert.
Vínið hevur ein fruktríkan anga av jarberum, bromberum og sólberum. Smakkurin er bleytur og rundur við nakað av kryddi. Hóskar til neytakjøt, kálvakjøt, villinidjór og lambskjøt.
Anga av frukt. Hálvturran smakk við góðari sýru og miðal fyllu. Hóskar til ymsar dessertir ella sum fordrykkur. Kann eisini nýtast til fisk og skeljadjór
Vínið hevur ein fruktríkan anga av búnum fruktum. Smakkurin er eisini fruktríkur, men við eitt sindur av kryddi. Bleytan og rundan smakk. Hóskar til lambskjøt, neytakjøt og høsnarunga.
Vistfrøðiligt vín. Turrligt vín við miðal fyllu. Smakkurin er sermerktur av frukt, blómum og kryddi. Vínið hevur ein heitan drúgvan smakk. Hóskar til reyðsprøku, lættar fiskarættir, skeljadjór, høsnarunga, tomatrættir, pasta, salat og ost.
Angar av frukt, kirsuber og nakað av krydd og og vanilju. Bleytan og berkendan smakk við nakað av sýru. Hóskar m.a. til lambskjøt, svínakjøt, høsnakjøt og grillaðan laks.
Toscana I.G.T. "Super Toscana" Turt vín við fruktkendum anga við einum farra av eikitræ, ein kraftmiklan og bleytan rundan smakk. Hóskar til lambskjøt, kálvakjøt,villini djór og ost.