Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Handilstreytir

Ordramóttøka og telefontíð eru allar gerandisdagar millum kl. 09.00 og 17.00 á tlf. 340400 ella á ordri@rusan.fo.

Bíleggingar, sum eru okkum í hendi fyri kl. 13.00, verða avgreiddar sama dag.

Tó verða bíleggingar, sum verða goldnar við bankaflyting, avgreiddar næsta gerandisdag eftir kl. 12.00. Vøran kann heintast á høvuðsgoymslu okkara á Hjalla ella verða send keypara.

Útkoyring:

Vit senda vørur okkara um alt landið við Posta. Í Havn ber harumframt til at fáa vøru koyrda út við okkara bilum ímóti gjaldi.

Stórir ordrar:

Um keypari í góðari tíð vil tryggja sær stóra mongd av vøru, tvs. fyri eitt virði yvir 5.000 kr., skal ordrin rindast í seinasta lagi fýra arbeiðsdagar eftir bílegging, ella eftir at vøran er komin á goymslu. Vøran verður tá løgd til viks til keypara.

Um keypari ikki vil gjalda áðrenn, kunnu vit ikki tryggja við fullari vissu, at vøran er á goymslu, tí hon kann vera útseld hjá veitara, tá hon verður bíløgd.

Møguleiki eigur tó altíð at vera at finna aðra vøru í staðin.

Gjaldsfreist:

Allar vørur verða goldnar kontant. Vilt tú sum keypari flyta peningin, skal peningurin vera á kontu, áðrenn vøran verður útflýggjað.

Avsláttur verður bara latin loyvishavarum. Hesir fáa avsláttur á 5 prosent av víni og heitvíni.

Lata vøru innaftur:

Keypari kann lata vøru innaftur innan 14 dagar frá søludegi ímóti at vísa kvittan fyri vørukeyp.

Er talan um gávu, skal gávumerkið frá Rúsdrekkasøluni vera á vøruni.

Ein meginregla í sambandi við iðranarrætt er, at Rúsdrekkasøla Landsins fær vøruna aftur í sama standi, sum tá keyparin tók ímóti henni frá Rúsdrekkasøluni.

Servørur kunnu bíleggjast eftir avtalu, men verða ikki tiknar innaftur.

 

 

Koyring og rúsdrekka

 

Jú seinni jú betri