Kraftigan og lætt royktan anga. Bleytan og rundan smakk við frukt og krydd. Hóskar væl til kraftmiklar rættir av lambs- og neytakjøti, umframt villini djór og búnan ost.
Kryddaðan anga av búnaðum berum og nelikku. Smakkurin hevur lættan og rundan smakk av berum og kryddi. Hóskar væl til m.a. lættar kjøtrættir, pitsu ella lasagnu
Djúpan reyðan lit. Anga av búnaðari frukt. Bleytan og rundan fruktsmakk við góðari fyllu og langum heitum ráka. Hóskar til grillaðar kjøtrættir, villini djór og búnan ost.
Anga av frukt og sólberum. Smakk av frukt og ber, miðal fyllu og nakað av kryddi. Hóskar m.a. til pastarættir, pitsa, miðal kryddaðar kjøtrættir og ost.
Kryddaðan sólberja og kirsuberja anga. Bleytan, kryddaðan og fruktríkan smakk í góðari javnvág. Langan og dámligan ráka. Hóskar til flest allar kryddaðar rættir.
Toscana. Búnan og kryddaðan anga, við nakað av søtleika. Turran berjasmakk, ið tó er heitur, rundur og bleytur. Heitan ráka við einum ferili av krydd. Hóskar til reytt neytakjøt, lambskjøt og villinidjór við kraftmiklari sós og búnan ost.
Angin ber brá av frukt og berum. Smakkurin er kryddaður og hevur ein farra av blommum og kirsuberum. Hóskar til tapas, grýturættir, villinidjór og ostar
Vínið er gjørt úr Barbera drúvuni, ið er kend fyri at geva rímuliga løtt og bleyt vín. Søtligan jarðberjaanga. Bleytan berjasmakk við nakað av eik. Hóskar til villini djór við soppasós og til aðrar ikki ov kraftmiklar rættir.
Fruktkent, væl angandi vín við miðal fyllu og angar av vanilju, sjokolátu og mokka. Hóskar til lættar kjøtrættir, pastarættir, pitsa, risotto og til lambskjøt.
Barolo. Gjørt úr 100% Nebbiolo drúvum. Eitt kryddað og fyldigt vín, ið ber brá av kirsuber, kamfer, lakress og vanilju í smakkinum. Hóskar til m.a. rættir við kraftigari sós.