Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Cider.jpg

Cider

er drykkur, sum er geraður við fruktmorli. Cider fæst við nógvum ymsum fruktsmakkum.

Drykkurin verður ofta nýttur í staðin fyri øl ella vín. Styrkin kann vera upp í 8,5 prosent. Framleiðsluhátturin minnir um, tá vín verður framleitt.

Seinastu árini er cider vorðið alsamt betur umtókt. Kendasta slagið var helst Sommersby, sum Carlsberg framleiðir, men tey føroysku sløgini eru vorðin alsamt betur umtókt.

Cider kann njótast, sum ein øl verður notin, men kann eisini brúkast sum aperitiffur. Turt cider er væl egnað fyri hvítvín og søtt cider fyri dessertvín. Okkurt slag kann eisini nýtast fyri champagne.

Sí faldara um Cider her

Spyr okkum