Borvín Harslevelu 2014 er eitt hálvsøtt hvítvín gjørt av Harslevelu drúvum. Tað er framleitt á víngarðinum hjá Malenu og Niels L. Thomsen í Tokaj vínøkinum í Ungarn. Vínið kann njótast kalt afturvið fiski, høsnarunga, salati ella einsamalt. Fløskan skal liggja í einum køldum og myrkum staði. 'Bor' merkir vín á ungarskum.
Bourgogne, Frakland. Angar av frískum hindberum, jarðberum og kirsiberum. Smakkurin er leskiligur, fruktríkur, við einum margføldum ráka. Hóskar til lamb, dunnu, høsnakjøt og kálvakjøt
Toscana. Gjørt úr 100% Sangiovese drúvum. Angar av búnaðari frukt og ber brá av vanilju og kaffi. Smakkurin er fyldigur og kryddaður. Ein væl samansett Brunello. Hóskar til reytt neytakjøt, lambakjøt og kraftigar ostar.
Kryddaðan anga við eitt sindur av frukt. Smakkurin er bleytur og fruktkendur við eitt sindur av kryddi. Hóskar m.a til lambskjøt, kálvakjøt og flogfenað.
Vínið er lagrað 18 mánaðir á eik. Anga og smakk av krydd, búnaðari frukt og berum og nakað av eik og vanilju. Eitt vín við miðal fyllu. Hóskar til neytakjøt, lambskjøt, villini djór og flogfenað.
Vistføðiligt vín. Fruktríkan og rundan smakk, við miklari fyllu. Ber brá av bláberum, kirsuberum og frískum urtum. Hóskar til svínakjøt, flogfenað, ost og vegetariskir rættir.
Stóran anga av krydd, eik og sólber. Vínið hevur nógva fyllu og heitan og kryddaðan sólberja smakk. Langan kryddaðan ráka. Hóskar til neytakjøt, barbeque rættir, grýturættir við nógvari fyllu og ost.