Blátt vín, gjørt av Chardonnay drúvuni. Blái liturin kemur av einum natúrligum litevni í drúvuskalinum. Er sera frískligt og hóskar til fisk, hvítt kjøt og at njóta bert.
Vínið hevur miðal fyllu og angar av fersku, abrikos og greypfrukt. Smakkurin er rundur og ber brá av ananas, mango og hunangi. Hóskar saman við pasta, ljósum kjøtrættum og skeljadjórum.
Frískligan anga av m.a. blómum og sitrus. Smakkurin er merktur av frískari frukt s.s. sitrus, leim og nakað av krydd. Miðal fyllu og nakað av sýru. Hóskar m.a. til fiskarættir, ljósan flogfenað ella sum fordrykkur.
Vistfrøðiligt vín.Fruktríkan anga við tónum av fersku, ananas og sitrus. Smakkurin er eisini fruktkendur. Hóskar til ymsar ikki alt ov kryddaðar fiskarættir og ost.
Frískligan anga av frukt. Smakkur er hálvturrur og frískur við góðari javnvág millum søtleika, frukt og sýru. Hóskar m.a. fisk og skeljadjór ella at drekka bert.
Náttúruvín. Angar av nøtum og sitrusfruktum. Smakkurin er kraftamikil og rundur. Hóskar til fiskarættir, sum t.d. ræstan fisk, laks og til vegetariskir rættir.