Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Tíðarhóskandi fløskumóttøkur

1. juni 2018

Tíðarhóskandi fløskumóttøkur

Rúsdrekkasøla landsins hevur seinasta árið raðfest at dagføra fløskumóttøkurnar kring landið.

Viðskiftafólk okkara hava til tíðir staðið í bíðirøðum fyri at sleppa framat fløskumóttøkuni við tómum íløtum. Serliga um vikuskiftið og til høgtíðir hava “fløskuhálsar” verið, og viðskiftafólk hava bíðað í longra lagi.

Í fjør vórðu 4 nýggjar maskinur keyptar til fløskumóttøkuna í Havn, umframt at hølisviðurskiftini vórðu dagførd. Viðskiftafólk í Havn hava verið fegin um hesar broytingarnar, sum hava haft við sær kvikari avgreiðslu og styttri ella ongar bíðirøðir.

Rúsdrekkasøla landsins hevur ætlanir um, at fleiri viðskiftafólk okkara í landinum fáa eins góða tænastu og viðskiftafólk okkara í Havn. Í fyrsta umfari eru fýra nýggjar maskinur komnar til landið, og hesar eru settar upp í Saltangará og í Klaksvík - tvær maskinur í hvørjum stað, og hesar maskinurnar eru eins góðar og kvikar, sum tær í Havn.

Eysturoyingar fingu høvið at royna nýggju maskinurnar í gjár 31.mai, og norðoyingar fingu høvið at royna tær í dag 1.juni.

Rúsdrekkasøla landsins fer í øðrum umfari at dagføra fløskumóttøkurnar í hinum sølubúðunum kring landið, har slíkar eru frammanundan.