Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Størri og betri fløskumóttøka við Miðlon

8. juni 2017

Fløskumóttøkan hjá Rúsdrekkasøluni í bygninginum við Miðlon verður nú størri og betri.

Higartil hava tvær maskinur tikið ímóti fløskum og kassum í gamla Grón-bygninginum í einum høli, sum var ov lítið. Í dag letur nýggj fløskumóttøka upp í sama bygningi í einum væl størri høli við fýra nýggjum móttøkumaskinum.

Maskinurnar eru av tílíkum slag, at tær avgreiða móttøkuna skjótari enn tær gomlu maskinurnar.

Rúsdrekkasølan hevur tikið hetta stigið fyri at veita viðskiftafólkunum eina betri tænastu. Langligt og trongligt var viðhvørt at bíða við gomlu fløskumóttøkuna, men nú skuldu umstøðurnar verið betri.

Rúsdrekkasølan strembar áhaldandi eftir at menna tænastuna. Herfyri læt ein nýggj sølubúð upp í Vestmanna. Í 2016 varð flutt í størri og betri hølir í Klaksvík, og í 2015 læt Rúsdrekkasølan upp nýggja sølubúð við Norðskála.