Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Rúsdrekkasølan í nýggj og betri hølir í Klaksvík

13. mars 2016

Týsdagin letur Rúsdrekkasøla Landsins upp í nýggjum og rúmligari hølum á Sævargøtu 6 í Klaksvík. Úrvalið verður eisini fjølbroyttari í nýggju handilshølunum, enn tað var í teimum gomlu í Bøgøtu.

Í sambandi við upplatingina verður lítil móttøka í nýggju hølunum týsdagin kl. 13.00, har norðoyingar og øll áhugað annars eru vælkomin á gátt til eitt lítið ábit og at síggja nýggja handilin.

"Vit hava leingi havt tørv á betri hølum í Klaksvík, so vit kundu bjóða eina betri tænastu. Við nýggju hølunum í Sævargøtu verður hetta møguligt. Vit fegnast um framstigið og vóna, at norðoyingar eisini fara at gera tað," sigur Rógvi Andrias Fossádal, stjóri.

undefined