Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Rúsdrekkasølan selur alsamt meira veikt

29. apríl 2016

Handlarnir hjá Rúsdrekkasøluni selja alsamt meira veikan løg, tí serliga sølan av spiritusi minkar. Hetta vísir seinasta uppgerðin hjá Rúsdrekkasøluni.

Av øllum vørusløgum vórðu seldir 180.471 litrar av reinum alkoholi í 2015. Í 2010 vórðu seldir 189.471 litrar og í 2008 tilsamans 192.876 litrar av reinum alkoholi.

Tølini vísa, at meira verður selt av víni, meðan minni verður selt av spiritusi. Í 2008 vórðu seldir 48.899 litrar av reinum alkoholi í víni. Í 2015 var talið 53.770 litrar.

Í 2008 vórður seldir 87.704 litrar av reinum alkoholi í spiritusi, men í 2015 var talið minkað heilt niður í 68.563 litrar. Sølan av øli er at kalla óbroytt í mong ár.

Endamálið við Rúsdrekkasøluni var m.a., at hon skuldi virka fyri at tálma nýtsluni. Nýtslan í 1993 var 6,2 litrar av reinum alkoholi í meðal fyri hvønn føroying árliga. Í 2015 var hon 6,4 litrar.

Handan hesi tøl sæst tann veruleiki, at rúsdrekkavanarnir eru nógv broyttir. Nógv meira veikt verður keypt enn sterkt, og fleiri njóta heldur enn bara at rúsa seg.

Vaksandi tollfrí søla
Minkar sølan av reinum alkoholi í Rúsdrekkasøluni, er øðrvísi við tollfríu søluni, sum hevur verið nógv vaksandi, serliga seinastu árini.

Sølan av tollfríum rúsdrekka í 2008 var 22.564 litrar av reinum alkoholi. Í 2010 var talið 21.422 litrar, og í 2015 vórðu seldir 34.930 litrar av reinum alkoholi tollfrítt.

Tollfría sølan av reinum alkoholi í spiritusi vaks úr 19.219 litrum í 2008 upp í 25.225 litrar í 2015. Sølan av reinum alkoholi í víni vaks úr 1.435 í 2008 upp í 8.417 í 2015.

Tollfría sølan er nú 1,2 litrar í meðal fyri hvønn føroying árliga. Hetta talið skal leggjast aftrat teimum 6,4 litrunum, sum hvør føroyingur drekkur í meðal árliga.

Tølini yvir tollfría sølu umfata tað, sum Rúsdrekkasølan og bryggjaríini selja til flogvøllin og skip til proviantering. Ongi tøl eru tøk yvir søluna sjóvegis annars.

At munandi vøkstur er í tollfríari sølu, nýtist ikki at merkja, at nýtslan er vaksandi. Talan kann vera um, at nógv tollfrí søla, sum fyrr var í Kastrup, nú verður avgreidd í Vágum.

Minkandi styrki í meðal
Hagtøl vísa annars, at alkoholstyrkin í meðal av spiritusi, sum varð selt í Rúsdrekkasøluni í 1993, var 42,5 prosent. Í dag er meðalstyrkin av spiritusi, sum selt verður, 34 prosent.

Meðal alkoholstyrkin av øllum seldum vørum í Rúsdrekkasøluni minkaði úr 20 prosentum í 1993 heilt niður í 10,3 prosent í 2015.

Eisini hesi yvirskipaðu tølini bera boð um broyttar vanar, og at sjálv alkoholstyrkin ikki longur hevur størsta týdningin fyri mong.

 

Føroyar 1993 - 2015  - Søla í alt í reinum alc. litrum pr/íbúgva 15 ár og eldri

Samlaða sølan av rúsdrekka í alc. ltr. pr. íbúgva 15 ár og eldri 1993-2015

 

Søguligt greining av miðal styrki 1992 - 2015 - Spiritus / øll seld vøra

Søguligt greining av miðal styrki 1992 - 2015 - Spiritus / øll seld vøra

 

Søla í sølubúðum

Eind

   2008

   2010

   2014

   2015

Spiritus

Alc. ltr.

   87.304

   82.375

   67.688

   68.563

Vín/Cider

Alc. ltr.

   46.899

   50.848

   53.654

   53.770

ALT selt

Alc. ltr.

 192.878

 189.471

 177.233

 180.471

* hesi tøl umfata bert søla hjá Rúsdrekkasølu landsins

Tollfrí søla

Eind

   2008

   2010

   2014

    2015

Spiritus

Alc. ltr.

  19.219

  15.519

  20.271

  25.225

Vín/Cider

Alc. ltr.

    1.435

    4.190

    6.403

    8.417

ALT selt

Alc. ltr.

  22.564

  21.422

  27.725

  34.930

* hesi tøl umfata bert søla hjá Rúsdrekkasølu landsins