Rúsdrekkasølan selur alsamt meira veikt
29. apríl 2016
Handlarnir hjá Rúsdrekkasøluni selja alsamt meira veikan løg, tí serliga sølan av spiritusi minkar. Hetta vísir seinasta uppgerðin hjá Rúsdrekkasøluni.
Av øllum vørusløgum vórðu seldir 180.471 litrar av reinum alkoholi í 2015. Í 2010 vórðu seldir 189.471 litrar og í 2008 tilsamans 192.876 litrar av reinum alkoholi.
Tølini vísa, at meira verður selt av víni, meðan minni verður selt av spiritusi. Í 2008 vórðu seldir 48.899 litrar av reinum alkoholi í víni. Í 2015 var talið 53.770 litrar.
Í 2008 vórður seldir 87.704 litrar av reinum alkoholi í spiritusi, men í 2015 var talið minkað heilt niður í 68.563 litrar. Sølan av øli er at kalla óbroytt í mong ár.
Endamálið við Rúsdrekkasøluni var m.a., at hon skuldi virka fyri at tálma nýtsluni. Nýtslan í 1993 var 6,2 litrar av reinum alkoholi í meðal fyri hvønn føroying árliga. Í 2015 var hon 6,4 litrar.
Handan hesi tøl sæst tann veruleiki, at rúsdrekkavanarnir eru nógv broyttir. Nógv meira veikt verður keypt enn sterkt, og fleiri njóta heldur enn bara at rúsa seg.
Vaksandi tollfrí søla
Minkar sølan av reinum alkoholi í Rúsdrekkasøluni, er øðrvísi við tollfríu søluni, sum hevur verið nógv vaksandi, serliga seinastu árini.
Sølan av tollfríum rúsdrekka í 2008 var 22.564 litrar av reinum alkoholi. Í 2010 var talið 21.422 litrar, og í 2015 vórðu seldir 34.930 litrar av reinum alkoholi tollfrítt.
Tollfría sølan av reinum alkoholi í spiritusi vaks úr 19.219 litrum í 2008 upp í 25.225 litrar í 2015. Sølan av reinum alkoholi í víni vaks úr 1.435 í 2008 upp í 8.417 í 2015.
Tollfría sølan er nú 1,2 litrar í meðal fyri hvønn føroying árliga. Hetta talið skal leggjast aftrat teimum 6,4 litrunum, sum hvør føroyingur drekkur í meðal árliga.
Tølini yvir tollfría sølu umfata tað, sum Rúsdrekkasølan og bryggjaríini selja til flogvøllin og skip til proviantering. Ongi tøl eru tøk yvir søluna sjóvegis annars.
At munandi vøkstur er í tollfríari sølu, nýtist ikki at merkja, at nýtslan er vaksandi. Talan kann vera um, at nógv tollfrí søla, sum fyrr var í Kastrup, nú verður avgreidd í Vágum.
Minkandi styrki í meðal
Hagtøl vísa annars, at alkoholstyrkin í meðal av spiritusi, sum varð selt í Rúsdrekkasøluni í 1993, var 42,5 prosent. Í dag er meðalstyrkin av spiritusi, sum selt verður, 34 prosent.
Meðal alkoholstyrkin av øllum seldum vørum í Rúsdrekkasøluni minkaði úr 20 prosentum í 1993 heilt niður í 10,3 prosent í 2015.
Eisini hesi yvirskipaðu tølini bera boð um broyttar vanar, og at sjálv alkoholstyrkin ikki longur hevur størsta týdningin fyri mong.

Samlaða sølan av rúsdrekka í alc. ltr. pr. íbúgva 15 ár og eldri 1993-2015

Søguligt greining av miðal styrki 1992 - 2015 - Spiritus / øll seld vøra
|
Søla í sølubúðum
|
Eind
|
2008
|
2010
|
2014
|
2015
|
|
Spiritus
|
Alc. ltr.
|
87.304
|
82.375
|
67.688
|
68.563
|
|
Vín/Cider
|
Alc. ltr.
|
46.899
|
50.848
|
53.654
|
53.770
|
|
ALT selt
|
Alc. ltr.
|
192.878
|
189.471
|
177.233
|
180.471
|
* hesi tøl umfata bert søla hjá Rúsdrekkasølu landsins
|
Tollfrí søla
|
Eind
|
2008
|
2010
|
2014
|
2015
|
|
Spiritus
|
Alc. ltr.
|
19.219
|
15.519
|
20.271
|
25.225
|
|
Vín/Cider
|
Alc. ltr.
|
1.435
|
4.190
|
6.403
|
8.417
|
|
ALT selt
|
Alc. ltr.
|
22.564
|
21.422
|
27.725
|
34.930
|
* hesi tøl umfata bert søla hjá Rúsdrekkasølu landsins
-
Grundlógardagur 2026, 29. mai 2026
-
Hvítusunna 2026, 19. mai 2026
-
Kristi himmalsferðardagur 2026, 8. mai 2026
-
13. mai, 8. mai 2026
-
Dýri biðidagur 2026, 27. apríl 2026
-
Flaggdagur 2026, 20. apríl 2026
-
Um páskirnar 2026, 23. mars 2026
-
Upp- og afturlatingartíðir um jól og nýggjár 2025/26, 9. desember 2025
-
Handilin við Norðskála 15. august, 12. august 2025
-
Ólavsøka 2025, 18. juli 2025
-
Hvítusunna 2025, 3. juni 2025
-
Grundlógardagin 5. juni 2025, 2. juni 2025
-
Opið til kl. 16 leygardagar í Miðlon, 26. mai 2025
-
Kristi himmalsferðardagur 2025, 22. mai 2025
-
Dýri biðidagur, 12. mai 2025
-
Sølufólk til handilin í Tórshavn_1, 29. apríl 2025
-
Flaggdagur 2025, 22. apríl 2025
-
Um páskirnar, 4. apríl 2025
-
Stongt vegna vøruteljing 2. januar 2025, 30. desember 2024
-
Upp- og afturlatingartíðir um jól og nýggjár 2024/25, 12. desember 2024
-
Nýggi stjórin á Rúsdrekkasøluni er byrjað, 2. desember 2024
-
Handilin við Norðskála 16.august, 6. august 2024
-
Ólavsøka 2024, 15. juli 2024
-
Fløskumóttøkurnar lata uppaftur, 11. juni 2024
-
Allar fløskumóttøkurnar lata aftur, 30. mai 2024
-
Grundlógardagin 5. juni 2024, 29. mai 2024
-
Fløskumóttøkan í Havn letur aftur, 29. mai 2024
-
2. hvítusunnudagur 2024, 17. mai 2024
-
Kristi himmalsferðardagur 2024, 3. mai 2024
-
1. mai, 1. mai 2024
-
Flaggdagur og dýri biðidagur, 11. apríl 2024
-
Um páskirnar 2024, 6. mars 2024
-
Stongt fyri veður, 31. januar 2024
-
Í dag er stongt vegna vøruteljing, 2. januar 2024
-
Broyttar upplatingartíðir á Sandi, 29. desember 2023
-
Upplatingartíðir kring jól og nýggjár 2023/24, 1. desember 2023
-
Rúsdrekkasølan stongd mánadagin 30. oktober, 17. oktober 2023
-
Ólavsøka 2023, 14. juli 2023
-
Grundlógardagin 5. juni, 30. mai 2023
-
Hvítusunna, 19. mai 2023
-
Kristi himmalsferðardagur 18. mai, 8. mai 2023
-
Dýri biðidagur 5. mai, 1. mai 2023
-
Flaggdagin 25. apríl, 17. apríl 2023
-
Stongt vegna vøruteljing 2. januar, 2. januar 2023
-
Upplatingartíðir um jólini og nýggjárið 2022, 14. desember 2022
-
Nethandilin verður óvirkin í nakrar tímar 23. mars, 22. mars 2022
-
Vit ráðgeva umvegis telefon ella teldupost, 9. desember 2021
-
Kundar í mun til upplatingartíðir, 5. november 2021
-
Rúsdrekkasølan í nýggj og betri hølir í Suðuroy, 4. september 2020
-
Nýggj fløskumóttøka við Norðskála, 3. september 2020
-
Allar deildir taka ímóti panti, 31. august 2020
-
Fløskumóttøkur!, 11. august 2020
-
Kunning um Covid-19 átøk hjá Rúsdrekkasøluni, 18. mars 2020
-
Nýggj heimasíðu-loysn hjá Rúsdrekkasølu landsins, 3. juli 2019
-
Tíðarhóskandi fløskumóttøkur, 1. juni 2018
-
Rúsdrekkasøla landsins hevur virkað í 25 ár, 25. oktober 2017
-
Broyting í prísum av cider, 19. juni 2017
-
Størri og betri fløskumóttøka við Miðlon, 8. juni 2017
-
Rúsdrekkasølan letur upp sølubúð í Vestmanna, 9. mai 2017
-
Fløskumóttøkan í Tórshavn verður umvæld, 26. apríl 2017
-
Frá 1. januar selur Rúsdrekkasølan í leysum, 29. desember 2016
-
Felags fløskumóttøka er besta loysnin, 17. november 2016
-
Allar deildir opið til kl. 14 leygardag, 6. juni 2016
-
Rúsdrekkasølan selur alsamt meira veikt, 29. apríl 2016
-
Flaggdagin er stongt, 18. apríl 2016
-
Rúsdrekkasølan í nýggj og betri hølir í Klaksvík, 13. mars 2016
-
Rúsdrekkasøla Landsins - grundarlag og virksemi., 20. mai 2015
-
Rúsdrekkasølan letur upp sølubúð við Norðskála, 10. mai 2015
-
Hagtøl - søla av rúsdrekka, 10. apríl 2015
-
Ársfrágreiðing 2013, 20. august 2014
-
Rúsdrekkasølan letur upp á Sandi 2. juni 2014, 28. mai 2014
-
Rúsdrekkasølan í Sandoynni flytur, 11. februar 2014
-
Ársfrágreiðing 2012, 30. august 2013
-
Ársfrágreiðing 2011, 10. juli 2012
-
Ordramóttøka og telefontíð, 31. mai 2012
-
Øl yvir 5,8%, 2. apríl 2012
-
Postpakkar frá Rúsdrekkasølu Landsins, 30. desember 2011
-
Allan Skaalum stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins, 22. september 2011
-
Broyting í pantupphæddunum, 9. juni 2011
-
Deildin í Miðvági letur nú upp í nýggjum hami, 3. apríl 2011
-
Samleikaprógv, 22. februar 2011
-
Príslisti tøkur á netinum, 24. januar 2011
-
Aalborg Jule Akvavit 2010 tikið av hillum okkara, 8. november 2010
-
Rúsdrekkasøla Landsins opið leygardagar frá 8. mai 2010, 17. apríl 2010
-
Rúsdrekkasølan nýggjan samleika, 1. desember 2009
-
Ordramóttøka í Tórshavn, 22. oktober 2009
-
Nýggj fløskumóttøka í Tórshavn, 12. oktober 2009
-
Nýggjur handil í Miðlon í Tórshavn, 3. oktober 2009