Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Rúsdrekkasølan í nýggj og betri hølir í Suðuroy

4. september 2020

mánadagin 7. og týsdagin 8. september er stongt 

Mikudagin 9. september kl 13.00 letur Rúsdrekkasøla Landsins upp í nýggjum og rúmligari hølum á Trongisvágsvegi 20 í Líðini í Trongisvági. Rúsdrekkasølan hevur húsast í hølunum á Drelnesi har eisini Føroya Bjór húsast, síðani Rúsdrekkasølan læt upp í Suðuroy í 1993. Hølini eru nú vorðin ov smá og ótíðarhóskandi, so leita hevur verið í eina tíð eftir betri hølum, fyri m.a. at hækka tænastuna við størri úrvali. Við nýggju hølunum verður hetta møguligt.

Vit fegnast um framstigið og vóna, at suðuroyingar fáa gleði av nýggja handlinum.

Øll áhugað eru vælkomin á gátt at síggja nýggja handilin.

Farspor
Hendan síðan brúkar farspor (cookies) fyri at geva tær eina betri uppliving. Les meira um, hvussu vit brúka farspor, og hvussu tú broytir tínar stillingar her.