Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Nýggjur handil í Miðlon í Tórshavn

3. oktober 2009

Hósdagin tann 3. september kl. 14.00 læt Rúsdrekkasøla Landsins upp handil í Miðlon, við Hoyvíksvegin í Tórshavn. 

Tá útsølan hjá Rúsdrekkasølu Landsins við Hoyvíksvegin á Hálsi í Tórshavn letur aftur í dag kl. 17.30, letur hon ikki upp aftur í somu hølum í morgin. 

Orsøkin er, at bygningurin er so fongdur við soppavøkstri, at Arbeiðseftirlitið í dag gav 
Rúsdrekkasøluni boð um at gevast við øllum virksemi í bygninginum. Leiðslan á Rúsdrekkasøluni hevur í eina tíð havt illgruna um sopp í hølunum á Hálsi, sum 
Rúsdrekkasølan leigar frá Vinnuframagrunninum, ið eisini hevur sína skrivstovu í 
bygninginum. 

Í sambandi við ein leka fyrr í summar varð staðfest, av HMP Consult, í samstarvi við 
Dansk Bygnings Analyse, at soppavøkstur var til staðar í bygninginum. Síðani hevur 
Dansk Bygningsanalyse, eftir áheitan frá leiðsluni í Rúsdrekkasøluni, gjørt tvær nýggjar 
kanningar. Tann fyrra staðfesti, at talan var um víðfevndan soppavøkstur, og í seinastu 
kanningini, ið varð latin síðst í farnu viku var staðfest, at bygningurin ikki var egnaður 
sum arbeiðspláss í verandi líki. Føroyska Arbeiðseftirlitið hevur alla tíðina verið kunnað 
um úrslitið av kanningunum, og í seinastu kanningarniðurstøðuni heitti Dansk 
Bygningsnalyse á føroyska Arbeiðseftirlitið, um at støðga virkseminum í bygninginum, til 
viðurskiftini eru nærri kannað.

Á fundi við leiðslu og ráðgevarar hjá Rúsdrekkasøluni í morgun, staðfesti 
Arbeiðseftirlitið, at bygningurin skal steingjast beinanvegin. 

Í løtuni er óvist hvussu verður við útsøluvirkseminum hjá Rúsdrekkasøluni, men greiða er 
væntandi fingin á hesum í seinasta lagi í morgin, mikudagin. 

- Vit hava longu flutt ein part av virkseminum til goymslubygning okkara á Hjalla. 
Vinnan – t.v.s. útskeinkingarstøðini – koma sostatt ikki at merkja hesa íkomnu støðuna, 
sigur Elsa Maria Holm Olsen, stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins. 

- Vit arbeiða í løtuni við at finna eina loysn viðvíkjandi útsøluni. Vit hava leitað eftir 
egnaðum hølum, og rokna við at kunna lata upp aftur hósdagin í øðrum hølum í býnum. 
Fløskumóttøkan verður ikki virkin komandi tíðina, og heitt verður tí á viðskiftafólk okkara 
um at nýta fløskumóttøkur á hinum deildunum hjá Rúsdrekkasøluni. Helst verður talan 
um eina avmarkaða tænastu í fyrstani, í mun til ta tænastu, vit hava kunnað givið, sigur 
Elsa Maria Holm Olsen. 

20 fólk starvast hjá Rúsdrekkasølu Landsins við Hoyvíksvegin. 10 í handlinum, 7 í 
umsitingini og 3 í goymsluni og fløskumóttøkuni. 

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Elsu Mariu Holm Olsen