Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Nýggj heimasíðu-loysn hjá Rúsdrekkasølu landsins

3. juli 2019

Rúsdrekkasøla Landsins skal í allar mátar vera ein nútímans stovnur og hevur sum almennur stovnur skyldu til at veita øllum borgarum kring landið líka góða tænastu.

Síðani Rúsdrekkasølan fór at virka í 1992, hava kundar okkara havt møguleika at ringja inn, bíleggja vørur og fáa tær sendar til dyrnar.

Seinastu árini hava vit sæð ein vaksandi keypshátt, har fólk reika á heimasíðu okkara, velja millum vørurnar og síðani bíleggja frá okkum. Møguleiki hevur tíverri ikki verið at gjalda við korti á heimasíðuni.

Tað er nú broytt!

Av tí at vit vilja hava somu eyðkenni sum dygdargóðir serhandlar, har kundarnir kenna seg væl, og dentur er lagdur á dygd og tænastu, hava vit víðkað hesa tænastu, so at nú ber til at gjalda beinleiðis á netinum við gjaldskorti og fáa vøruna senda til dyrnar við postinum.

Vørur, sum verða bílagdar á henda hátt á netinum, verða sendar kring alt landið, og postgjaldið er 94 kr. fyri hvørja sending.

Tað er sjálvandi framhaldandi ein treyt, at at tú skal vera 18 ár ella eldri, fyri at vit kunnu útflýggja bíleggingar, ið innihalda rúsdrekka. Um neyðugt krevur Posta samleikaprógv, áðrenn vøran verður útflýggjað.