Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Nýggj fløskumóttøka við Norðskála

3. september 2020

Fløskumóttøkan við Norðskála verður nú skjótari og betri.

Higartil hava vit tikið ímóti panti við hond við Norðskála. Í dag letur nýggj fløskumóttøka upp, sum er fyrsta automatiska fløskumóttøka av sínum slag í landinum.

Maskinan er av tílíkum slag, at hon avgreiðir móttøkuna automatiskt og skjótt - tó uttan av verða so stór í vavi og so teknisk tung, sum stóru maskinurnar, vit síggja aðrastaðir.

Talan er um eina nýggja fløskumóttøku, sum hóskar seg til tørvin og hølini við Norðskála.

Rúsdrekkasølan hevur tikið hetta stigið fyri at veita viðskiftafólkum okkara eina betri tænastu, og vóna vit, at fólk taka væl ímóti broytingini.