| Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Prísur v/MVG |
|---|
Í dag byrjaði Oddbjørg Højgaard sum nýggjur stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins.
Oddbjørg hevur drúgvar royndir innan leiðslu og rakstur og eisini innan lýsingar, sølu og tænastur.
Millum annað stovnaði og rak hon Dekostovuna í 15 ár og var stjóri á Hotel Hafnia í 8 ár. Oddbjørg kemur úr einum starvi sum stjóri á Gjáargarði.
Rúsdrekkasølan ynskir henni hjartaliga vælkomnari.