Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Kunning um Covid-19 átøk hjá Rúsdrekkasøluni

18. mars 2020

Góðu viðskiftafólk !

Fyri at minka um smittuvandan orsaka av COVID-19, eru mannagongdir í handlum okkara broyttar.

Vit ráðgeva um vørur okkara við telefonavgreiðslu á telefon 340400 – ikki við persónligari ráðgeving í handlinum.

Vit mæla viðskiftafólkum okkara til at :

  • spritta sær um hendurnar, áðrenn farið verður inn í handilin
  • halda frástøðu við aðrar kundar og starvsfólk á umleið 2 metrar
  • gjalda við korti
  • at fylgja ráðgevingunum á plakatum og skrivum, sum eru hongd upp í handlinum

Av tí at handlarnir eru ymiskir í stødd eru tað starvsfólkini, sum taka støðu til, hvussu nógv fólk kunnu vera inni í senn.

Kassarnir og terminalarnir verða sprittaðir fleiri ferðir dagliga og starvsfólkini gera tað, tey kunnu fyri at sleppa undan at smittan breiðir seg.

Vinarliga

Rúsdrekkasøla landsins