Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Felags fløskumóttøka er besta loysnin

17. november 2016

Rúsdrekkasøla Landsins mælir til, at sett verður á stovn ein nýggj pantskipan, sum skal taka sær av at savna inn allar fløskur og íløt, krevja inn og gjalda út pantið og standa fyri at skilja og beina tilfar til endurvinningar. Innflytarar, framleiðarar og IRF og Kommunala Brennistøðin á Hjalla kundu staðið fyri skipanini

Tá fløskur og íløt verða keypt, er pant á teimum, og verða tey latin innaftur, fæst pantið aftur. Men galdandi pantskipan er ikki nóg góð, heldur Rúsdrekkasøla Landsins. Ymiskt er, hvar fløskur og íløt kunnu latast inn, og hetta er ein bági fyri viðskiftafólk og handlar. Haraftrat eru tómar fløskur og íløt at meta sum rusk, ið kemur í bland við matvørur, tá tey koma innaftur.

Betri hevði tí verið, at sett varð á stovn ein felags pantskipan, so fólk høvdu eitt stað at fara við øllum fløskum og íløtum. Av tí, at IRF og Kommunala Brennistøðin á Hjalla hava førleikarnar at savna inn rusk, skilja tað og endurvinna burtur úr innlatnum tilfari, heldur Rúsdrekkasøla Landsins, at hesir stovnir kundu verið snúningsdepilin í eini nýggjari pantskipan.

”Verandi pantskipan er ein eyka byrða fyri handlarnar og hevur við sær, at fyrsta sambandið, mong viðskiftafólk hava við Rúsdrekkasølu Landsins, er at lata inn tómar fløskur og íløt. Vit høvdu heldur ynskt okkum, at fyrsta sambandið hjá fólki var at koma inn í okkara væl skipaðu handlar,” sigur Rógvi Andrias Fossádal, stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins.

Eitt lógaruppskot varð í 2012 gjørt, har mælt varð til, at tann, sum selur okkurt slag av fløskum ella íløtum, skal kunna taka ímóti øllum fløskum og íløtum. Hesum uppskoti vóru fleiri ímóti, eisini Rúsdrekkasølan. Heldur mælti hon til, at vinnan og landið skapa eina felags pantskipan, ið tekur sær av krevja inn pantið, gjalda tað út og savna og skilja fløskur og íløt til endurvinningar.

”Vit mæltu til, at tey, sum framleiða og innflyta fløskur og íløt, eru saman um eina nýggja panstskipan, og at kommunalu renovatiónirnar, IRF og brennistøðin á Hjalla, eisini eru við, tí nógv av innlatnu íløtunum eru úr tilfari, ið endar sum burturkast. Hetta er framvegis okkara tilmæli, tí vit síggja, at ein tílík skipan riggar væl í Íslandi,” sigur Rógvi Andrias Fossádal.

Í Íslandi taka serligar pantstøðir ímóti fløskum og íløtum – ikki handlar og útsølur. Íslendska pantskipanin tekur ímóti øllum íløtum, eisini teimum, sum onki pant er á. Sostatt tekur skipanin sær bæði av teimum íløtum, sum verða send til endurvinningar, og teimum, sum skulu burturbeinast. Umhvørvisliga er skipanin tí ein stórur fyrimunur.

Rúsdrekkasøla Landsins ímyndar sær, at nakrar høvuðsmóttøkur verða kring landið, og at høvuðsmóttøkustøðin verður á Hjalla í Havn. Skipanin kann verða fíggjað við inntøkum av sølu av endurnýtslutilfari, panti av ikki afturbornum íløtum og einum umhvørvisgjaldi á íløt, sum ikki kunnu endurnýtast og tí tyngja umhvørvið og skiljingina á høvuðsstøðini.