Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Broyting í prísum av cider

19. juni 2017

Kunngerð um avgjøld á cider er nú broytt soleiðis, at kostnaðurin er væl lægri enn áður

Seinastu tíðina hevur Taks arbeitt við at fáa avgjøldini á Cider sett niður, soleiðis at cider og øl verða tollað eins. Hetta arbeiðið er nú komið á mál, og hevur broytingin við sær, at avgjøldini á cider eru lækkað munandi.

Rúsdrekkasølan hevur í sama viðfangi gjørt av, at nýta sama útrokningarleist, við prísáseting av cider, sum á øli. Hetta orsaka av, at styrkin á cider er lutfalsliga lá í mun til vín, og liggur á umleið sama støði sum øl.

Cider fer tí, frá í dag at roknað, at hava áleið sama prísstøði sum øl.