Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Allar deildir taka ímóti panti

31. august 2020

Deildirnar á Sandi og í Vestmanna hava ikki tikið ímóti panti sum vanligt síðsta mánaðin, av tí at mett varð, at smittuvandin var høgur, har tikið varð ímótið panti við hond.

Móttøkurnar lata nú uppaftur - men við fyrivarni fyri, at tilmælini um frástøðu og reinføri verða hildin. Tí heita vit á viðskifta fólk okkara, um at sortera fløskur og dósir, áðrenn komið verður í handilin við panti.

 

Á hinum deildum okkara eru automatiskar fløskumóttøkur, og har hevur verið og verður tikið ímóti panti eins og vanligt er.

 

Vinarliga Rúsdrekkasøla landsins