Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Træstamma og portvín.jpg

Træstamma og portvín

  • 3 egg
  • 1 1/2 dl sukur
  • 4 súpisk. hveitimjøl
  • 3 súpisk. eplamjøl
  • 3 súpisk. kakaopulvur
  • 1 tesk. bakipulvur

Fylla

  • 200 g Philadelphiaost ella líknandi við appilsinsmakki

Glasur

  • 100 g myrk sjokuláta
  • 2 súpisk. smør

Píska egg og sukur hvítt. Blanda mjølsløgini saman og rør varisliga niður í eggjablandingin. Stoyt deiggið á eina bakiplátu og baka mitt í ovninum í 5-6 minuttir á 225 stigum. Vend síðani køkuni á eitt bakipappír við sukri á.

Læt køkuna kølna og smyr síðani Philadelphiaostin á. Rulla væl saman. Smelta sjokulátuna á lágum hita í einari grýtu. Tá sjokulátan er smeltað, tekur tú hana av plátuni og koyrir smørið í. Blanda væl. Stoyt sjokulátablandingina útyvir rullukøkuna. Tú kann gera mynstur við einum gaffli.

Vínviðmæli

Til hesa sjokulátasmakkandi træstammu hóskar eitt reytt portvín. Vel til dømis eitt gott Ruby, LBV ella eitt yngri, til dømis eitt 10 ára gamalt Tawny. Portvín er eitt frálíkt vín til vetradessertir. Tað hóskar væl saman við sjokulátu, nøtum og sterkum ostum. Betri og longri goymd portvín hóska væl til róligar løtur.