Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Súlta av røstum kjøti.jpg

Súlta av røstum kjøti

við kandisseraðari hvonn og rapsolju-valnøt

  • 5 leggir av hvonn
  • 500 g sukur
  • 20 valnøtir (gjarna tær fronsku úr Grenoble)
  • Rapsolju við sitrón
  • Husblas
  • Gott grovt havsalt

Afturvið:

Amontillado sjerri, skonkt við 10-12 hitastigum

 

Tilgerðarháttur

Røst súlta

Kóka varliga ræsta kjøtið í 3-4 tímar uttan salt og skúma so hvørt omanav.
Um tað kókar ov hart gerst soðið gruggut. Tak kjøtið upp og pilka kjøtið av
beinunum. Síla soðið og kóka inn til umleið 2 dl eru eftir. Skúma feittið av
so hvørt. Lat eitt blað av husblas í sum fyriskrivað. Lat kjøtið í eitt ílat og
stoyt soðið omanyvir. Set í køliskápið 12 tímar.

Kandisserað hvonn

Leggirnir av hvonn verða vaskaðir væl, flusnir, skornir í 10 cm longd og
síðani latnir í kókandi vatn 30 sek. Lat sukrið í grýtu við 2 l av frískum vatni
og lat varliga koma uppá kók. Sløkk síðani fyri hitanum og lat hvannleggirnar
í grýtuna eina nátt. Tak hvannleggirnar upp úr grýtuni og legg teir á bakipappír
og inn í ovnin við 50 hitastigum nakrar tímar til teir eru kandisseraðir og sukat kendir.

Rapsolju-valnøtir

Knekka valnøtirnar og lat tær í sitrónrapsoljulaka eina nátt.

Borðreiðing

Sker eina flís av ræstari súltu og pynta við kandisseraðari hvonn, rapsoljuvalnøtum
og grovum havsalti. Kraftmikli maskulini ræsti smakkurin, feminini parfumeraði søttligi
hvann-angin og tað nøtakenda frá rapsoljuni og valnøtunum hóska væl saman við
samansetta sjerri-smakkin í Amontillado.

Vælgagnist!