Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Ræstur fiskur og mjólkasós.jpg

Ræstur fiskur og mjólkasós

við bótarurt og oljuberum

Ræstur fiskur

  • 4 dl mjólk (3 %)
  • 4 eggjahvítar (pasteurisaraðar)
  • Garnatálg (2x2x2 cm)
  • Fiskabótarmoli
  • Bótarurt (løvstikke)
  • Grøn oljuber
  • Gott grovt havsalt

Afturvið:

Manzanilla sjerri, skonkt við 5-6 hitastigum

 

Tilgerðarháttur

Ræstur fiskur

Kóka ræsta fiskin sum vanligt, tak skræðuna av og pilka av beinunum.

Mjólkasós (til 4 fólk) 

Smelta varliga garnatálgina saman við bótarmolanum.
Lat mjólkina útí og hita upp uttan at tað kemur uppá kók. Lat eggjahvítarnar í grýtuna, ein í senn og píska samstundis við stavpískara full speed til sósin gerst froðandi og kremut.

Borðreiðing

Servera ræsta fiskin uttan bein og skræðu í djúpum tallerki. Lat froðandi sósina omanyvir og pynta við fíntskornari bótarurt og oljuberum. At enda havsalt. Kraftmikli maskulini ræsti smakkurin frá fiskinum og garnatálgini, feminini parfumeraði bótarurt angin og tað beiska og fruktkenda frá oljuberunum hóska væl saman við samansetta sjerri-smakkin í Manzanilla.

Vælgagnist