Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Fiskur í fati við cider og leyki.jpg

Fiskur í fati við cider og leyki

1. Steik skornan leyk og smátt skorna gularót heilt stutt á pannuni við høgum hita, ella slepp tí í kókandi vatn í eini 20 sekund. Legg síðani helvtina av grønmetinum í eitt ovnfast fat.

2. Vend toskastykkjunum í einum blandi av hveitimjøli og karry (forholdið 1-7), og legg tey omaná leykin og gularøturnar. Koyr restina av gularótunum og leykinum omanyvir fiskin. Ráur leykur hóskar eisini væl omanyvir.

3. Rív ein supputerning við høsnasmakki omanyvir fiskin. Koyr eina ríviliga súpuskeið av mango–chutney omanyvir og stoyt so mikið av cider í, at fiskurin er undir.

4. Stroy eitt sindur av salti omanyvir. Ikki ov nógv, tí supputerningurin er eisini saltur.

5. Set ovnin á 170 stig við luft, ella 190 uttan luft og lat fiskin standa í ovninum í 30-45 minuttir.

 

Eftir gourmetkokkinum Leif Sørensen