Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

At drekka afturvið røstum

Føroyska íkastið á altjóða gastronomiska pallinum er ræsti smakkurin. Hesin eyðkendi smakkur er hornasteinurin í føroyska køkinum. Eitt úrslit av samansettum fyribrigdum í føroysku náttúruni og av kynstrum hjá nógvum ættarliðum. Tað ræsta er forna søgan um at lívbjarga sær í Føroyum í øldir, men eisini nýggja ímyndin hjá ungu føroysku kokkunum á matstovunum, at skapa føroyskt aðalrot sum ein nútímans raffineraðan smakk.

Hvat hóskar seg at drekka aftur við røstum?

Fyri at svara hesum spurningi, mugu vit fyrst spyrja, hvussu ræst smakkar?
Ber yvirhøvur til at lýsa so samansettan smakk sum tað ræsta í orðum?

Vit kunnu royna at brúka vísindina at seta orð á ta sensoriska uppliving vit fáa í góman av tí ræsta. Í stuttum kunnu vit á akademiskum máli siga, at tað ræsta ber brá av umami.

Vit kenna teir fýra grundsmakkirnar súrt, søtt, salt og beiskt. Tann fimti og meira ókendi grundsmakkurin nevnist umami. Einans 20 ár eru liðin síðan umami varð viðurkent sum ein grundsmakkur. Heitið umami er japanskt og merkir smakkgott. Evnafrøðiliga er tað aminosýran glutaminsýra, ið eyðmerkir serliga umami smakkin. Í gómanum finnast serligir umami reseptorar, ið staðfesta smakk, tá ið glutaminsýru jónin glutamat er í nánd. Umami smakkur kemur millum annað fram í kjøti, fiski ella grønmeti, tá ið protein verður fermenterað. Um tað er í parmesan osti, Worchester sós, japanskari miso, turrum fiski ella røstum kjøti, so er tað sami grundsmakkur av umami.

Tá ið vit skulu seta saman mat og drekka, eiga vit at leggja dent á bæði høvuðsrávøruna og tilhoyrið/sósina. Viðhvørt er tað sterkt smakkandi tilhoyrið/sósin, sum avgerð, hvat hóskar seg at drekka afturvið og í øðrum høpi er tað høvuðsrávøran sjálv.

 

Siðbundni føroyski køkurin

Ræstur fiskur og garnatálg

Ikki kann tað koma óvart á, at her hóskar øl og snaps væl afturvið. Ljóst øl við miðal beiskleika og løttum humli- og maltsmakki hóskar væl til sum samanspæl ella undirspæl. Men garnatálgin krevur eitt reinsandi mótspæl. Her hóskar ein sterkur og ísakaldur norðurlendskur snapsur til, ið ikki er parfumeraður ov nógv, men sum megnar at reinsa góman fyri snik.

Ræst kjøt og súpan

Ein hálvmyrk og sterk bjór við meira fyllu og humlu- og maltsmakki hóskar væl til sum samanspæl til kraftmikla ræsta smakkin. Tað kann vera ein kraftmikil gulløl ella tað meira aromatiska klassik slagið. Steikir tú ræst kjøt í ovninum og dámar væl vín, so kanst tú royna kraftmikið suðurafrikanskt reyðvín úr drúvuni Pinotage afturvið sum frukt mótspæl.

Turrur fiskur (og spik)

Her hóskar aftur ein ljós øl við miðal beiskleika og løttum humli- og maltsmakki væl til sum samanspæl. Tey sum velja at eta spik afturvið kunna við fyrimuni njóta ein sterkan og svalligan norðurlendskan snaps, ið ikki er parfumeraður ov nógv.

Turt kjøt

Ein ljós øl við miðal beiskleika og løttum humli- og maltsmakki hóskar væl til sum samanspæl. Hevur onkur hug at royna okkurt nýtt, so hóskar kalt, turt (ikki-søtt) Amontillado sjerri væl afturvið sum samanspæl. Sjerri fær umami-smakkin meira fram í turra kjøtinum.

 

undefined

Hvat merkir tað at 'hóska afturvið' kunna vit rímiliga spyrja?

Nógvar drykkivørur kunnu smakka frálíkt í sjálvum sær, men tað er í leikinum afturvið mati – í samanspælinum ella í mótspælinum – at alt rennur saman í hægri eind, – harmoni.

Í stuttum so spæla lættir drykkir saman við løttum mati og kraftmiklir drykkir spæla saman við kraftmiklum mati.

Ein lættur/ kraftmikil drykkur samsvarar bæði við alkoholstyrki, luktstyrki, smakkstyrki og gómakenslu til matin.

Ein kryddaður drykkur spælir somuleiðis saman við kryddaðum mati.

Drykkir við beiskleika (humla, urtir, garvasýra) spæla væl upp ímóti feitum mati.

Drykkir við søtleika spæla væl upp ímóti søltum, feitum og sterkum (umami ríkum) mati.

Farspor
Hendan síðan brúkar farspor (cookies) fyri at geva tær eina betri uppliving. Les meira um, hvussu vit brúka farspor, og hvussu tú broytir tínar stillingar her.