Er 100% av moskatel drúvuni frá vínmarkunum úti við havið. Promesa hevur búnast 4 ár í criaderas og og soleras, áðrenn tað er koyrt á fløskur. og soleras, Hetta er vínið, ið verður brúkt til lata í 100 ára gamla Moscatel Toneles vínið, tá tey árliga tappa 100 fløskur av teimum tunnunum. Gyltan mahogni lit, angar av blómum, hunangi og citrus. Í munninum er tað floyalsmjúkt við serstakliga góðari javnvág millum søtt og frískligt. Hóskar til foie gras, sterkar og saltar bitar. Tað hóskar serstakliga til alt søtt omaná og í søtar dessertir - 4,5 gr. syru pr. Lltur og 220 gr. sukur pr litur.