Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Prísur v/MVG |
---|
Visti tú at um tú hevur eina promillu uppá 1,5 klokkan 12 um náttina, hevur tú ikki brent alkoholið niður fyrr enn í fyrsta lagið klokkan 10 dagin eftir?
Vit vita øll, at rúsdrekka og koyring ikki hóska saman. Hóast hetta, eru tað mong, sum ikki lata bilin standa, tá tey hava drukkið. Tey seinastu árini eru nógv ferðsuóhapp hend, tí førarin var ávirkaður av rúsdrekka.
Eingin má koyra bil, sum er ávirkað/ur av rúsdrekka ella øðrum rúsandi/doyvandi evni.
Vaksandi vandamál
Hagtølini vísa, at talið á meldaðum óhappum á føroyskum vegunum er minkað tey seinastu árini, og somuleiðis talið á óhappum við perssónsskaða. Men tølini fyri rúsdrekka- og rúsevnakoyring vísa eitt óheppið rák tann skeiva vegin. Tað sama er galdandi fyri ferðsluóhapp, har rúsevnir og rúsdrekka hava verið uppi í.
Fyrr vóru tvær ásetingar í ferðslulógini, sum raktu tann ávirkaða bilføraran. Promillu markið upp á 0,5 og rúsdrekka mark ið upp á 0,8 promillu. Tað, sum lá millum 0,5 og 0,8 varð kallað promillumkoyring, og tað sum lá omanfyri 0.8 var rúsdrekkakoyring. Nú verður bert eittans mark upp á 0,2 promillu. Alt, sum er omanfyri 0,2 promillu verður hereftir dømt sum rúsdrekkakoyring og samstundis fer hugtakið promillu koyr ing í søguna.
Við hesum fáa Føroyar sama rúsdrekkamark, sum Svøríki hevur havt síðan 1990 og Norra síðan 2001. Men hóast promillukoyringin nú hvørvur sum hugtak, so verður meginreglan um, at tess meira tú ert ávirkaður tess álvar samari verða avleiðingarnar av lógar brotinum, varðveitt. Spurningurin um frá døming av koyrikortinum og revsing fyri rúsaða koyring verður framhaldandi ásettur eftir hvussu høga promillu førarin hevði í blóðinum, tá ið hann varð tikin.
Eitt sindur um alkoholbrenning
Um tú drekkur eitt glas av øli aftur við matinum og konjakk og kaffi omaná, fært tú promillu, sum er 0,5-1,0. Rúsdrekka brennur úr kroppinum 0,10-0,15 promillu um tíman.
Hevur tú 1,5 promillu klokkan 12 um náttina, hevur tú ikki brent alkoholið niður fyrr enn í fyrsta lagið klokkan 10 dagin eftir.
Tú skalt altíð rokna ríviliga tíð, so at tú ert vissur í, at alt alkoholið er farið úr kroppinum.
Ger tær eisini greitt, at kroppurin er illa fyri, eftir tað at alkoholið er brent, hann hevur fingið eitt slag av skelki.
Er brenningin 0,15 pro. um tíman, verður tíðin 10 tímar.
Er brenningin 0,10 pro. um tíman, verður tíðin 15 tímar.
Sí áhugaverdan lesna um evnið niðanfyri:
NRK - "tá mamma og babba drekka"
WHO Handbook for action to reduce alcohol-related harm
Les meira um hvussu tú handfer rúsdrekka við skili á Alt om alkohol