Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Salat við peru og Stiltonosti

  • 2 búnar perur
  • 1 súpisk citrónsaft
  • 2 jólasalat
  • 100 g Stilton- ella Roquefortost
  • 50 g valnøtir

Lakin

  • 3 súpisk. valnøtuolju ella olivenolju
  • 2 súpisk. sitrónsaft
  • 2 tesk. sinnop
  • 1 súpisk. flótandi hunang
  • svart pipar

Blanda lakan saman. Sker peruna í flísar og stoyt sitrónsaftina omanyvir, soleiðis at peran ikki myrknar. Sker salatið í umleið 2 cm tjúkkar skivur. Legg skivurnar av peru og salati á ein borðisk, og stoyt lakan omanyvir. Morla ostin omaná og pynta við nøtum.

Vínviðmæli

Eitt angandi vín við góðari fyllu hóskar væl til salatið. Eitt hvítt, turrt vín hóskar eisini til. Um tú borðreiðir við hvítum víni, so kanst tú velja eitt bleytt vín við eitt sindur av restsukri, til dømis eina Gewurztraminer ella eina Pinot Gris.