Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Ciderglaseraðar blommur við ísi av peru, cider og jogurti.jpg

Ciderglaseraðar blommur við ísi av peru, cider og jogurti

1. sukurlaka av 1 kg av sukri, 3 dl av cider og 2 dl av portvíni. Lat kóka eina góða løtu, inntil sukurlakin er vorðin tjúkkur, og bløðrurnar verða seigar og ikki bresta so skjótt.

2. Tá lakin er vorðin nóg seigur, letur tú einar 15 blommur í og vendir teimum nakrar ferðir í lakanum. Set at kólna.

3. Ger ein sukurlaka av cider og sukri og lat 3 perur í, tá lakin kókar. Mosa perurnar saman við eitt sindur av lakanum,
og blanda hetta við ½ litri av jogurtinum. Smakka til soleiðis, at tað hvørki er ov súrt ella ov søtt. Til ber at smakka til við sitrónsaft fyri at fáa fruktsmakkin fram.

4. Ísurin skal frystast sum ein tunn pláta, sum er løtt at bróta, og rørast skal í honum umleið hvønn hálva tíma, meðan hann frystir.

5. Píska 3 eggjahvítar stívar saman við 3 teskeiðum av sukri.

6. Tá ísurin er frystur skal hann takast upp og brótast í petti, sum passa í eina hvirlu. Hann skal blendast, inntil hann er mjúkur við ongum klumpum, og skal síðani vendast við stívu eggjahvítunum. Tak umleið 3/5 av ísi og 2/5 av eggjahvíta.
Fryst ísin aftur í einar tveir tímar. So er klárt at borðreiða. Hav blommurnar afturvið.

 

Eftir gourmetkokkinum Leif Sørensen