Sauternes. Gyltan lit, søtan anga og bleytan, fruktkendan smakk, við einum farra av aprikosu og mandlum. Hóskar væl sum apertiff, til foie gras, ostar og lættari dessertir.
Turrligt vín við miðal fyllu. Tað er fruktkent, blómukent, kryddað og viðakent. Eitt heitt vín við drúgvum ráka. Hóskar til ljósan flogfenað, laks, hvasskvoysu, kraftmiklar fiskarættir og ljóst kjøt.
Frískan og fruktríkan anga. Eins og angin, er her talan um eina fríska og fruktríka chardonnay. Hóskar til fiskarættir, svínakjøt, skinku við persillu og høsnarunga.
Vistfrøðiligt vín. Vínið angar av tropiskum fruktum. Vínið hevur miðal fyllu, við nógvari frukt. Hóskar til flest allar fiskarættir, salatir ella at drekka bert.
Natúrvín. Angar av reyðum súreplum, appelsinsúltitoyi, og turkaðari frukt. Kraftmiklan smakk við góðari sýru. Hóskar m.a. til laks við hollandaisesós ella at drekka bert
Eitt hálvturt og frískt vín, ið angar av abrikos, fersku og peru.Turran og frískan smakk, ið er í góðari javnvág við frukt og sýru. Hóskar saman við lætt kryddaðum ljósum kjøtrættum.
Angar av sitrón, nøtum, hvítum blómum og smøri. Smakkurin er leskiliga turrur, mineralskur og eitt vet fyldigur. Hóskar seg væl til fisk og skeljadjór.
Angar av sitrusfruktum, rósum og tropiskum fruktum. Smakkurin er fruktríkur, rundur og fyldigur. Hóskar til fisk høsnarunga, karry, suppur ella at njóta bert.
Nøkur farspor eru neyðug og eru við til at tryggja, at síðan riggar. Umframt hesum nýtir síðan hagfrøðilig farspor, sum hjálpa eigaranum av síðuni at skilja brúksmynstri.
Tú kann altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ikoni niðast til vinstru á síðuni.
Neyðug farspor tryggja, at tað ber til at navigera runt á síðuni og geva atgongd til trygg øki á síðuni. Uttan hesi farspor vildi síðan ikki rigga, sum hon skal.
Service:ASP.NET Session
Purpose:At the beginning of a new session, the server stores the Session ID in the user's Web browser as a cookie. The SessionID cookie is similar to a locker key in that, as the user interacts with an application during a session, ASP can store information for the user in a "locker" on the server.