Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Ymisk sløg av øli

Øl kann býtast upp í tveir høvuðsbólkar, undirgerað øl og yvirgerað øl. Munurin er gerin, ið verður brúkt, hitin í geringini og eftirviðgerðin av ølini.

Undirgerað øl

gerar spakuliga við umleið 10-16 hitastigum í 2-3 vikur. Sukurið í maltinum verður alkohol, og gerin dettur á botn. Síðan verður ølin goymd í stutta tíð. Hetta er tann mest brúkti framleiðsluhátturin, og at kalla alt føroyskt øl er undirgerað.

Pilsnari

er tann best kenda og mest selda undirgeraða ølin. Upprunaliga er pilsnari ein ljós øl úr Pilzn i Kekkia.

Ølin hevur reinan smakk og fínan beiskleika, ið stavar frá beisku humluni. Pilsnarøl hevur ein frískan dám, og fyllan er løtt.

Av pilsnarølum kunnu nevnast Føroya Bjór Veðr, Okkara Vanliga, Grøn Tuborg, Carlsberg Pilsner, Pilsner Urquell og Budweiser.

Sterkur pilsnari

er framleiddur eins og vanligur pilsnari, men bryggjaður nakað sterkari. Hesi sløgini hava gyltari lit og dám av sterkari smakki og størri beiskleika og fyllu.

Av sterkum pilsnarølum kunnu nevnast Føroya Bjór Gull, Carlsberg Sort Guld, Tuborg Guld, Víking Gyltur, Egils Preminum og Royal Export.

Classic øl

varð fyrstu ferð framleitt í Danmark í 1993 sum ein roynd at nútímansgera klassisku ølsløgini.

Classic verður bryggjað av pilsnarmalti og myrkari maltsløgum. Hetta gevur myrkari lit og dám av meiri fyllu og smakki. Av classic-sløgum kunnu nevnast Føroya Bjór Classic, Okkara Klassik og Carls Special.

Portarar

Flestu portarar og øl av slagnum stout verða flokkað sum undirgeraðar øl, hóast tey eisini fáast yvirgerað. Talan er sum oftast um kaffisvartar øl við smakki av ristaðum breyði, kaffi, tjøru, vanilju, anis, nøtum, sjokulátu, sviskum og rosinum. 

Eisini eru tær sum oftast søtari og beiskari enn onnur ølsløg. Av øðrum undirgeraðum ølum kunnu nevnast Bock og Lager.

Yvirgerað øl

gerar skjótt og við meiri hita enn undirgerað øl. Við 18-25 hitastig gerar ølin vanliga í umleið eina viku. Tá øl verður yvirgerað, savnast gerin oman á løginum heldur enn at detta á botn. 

Yvirgerað øl hevur sum heild meiri søtleika, fyllu og smakk enn undirgerað øl.

Hveitiøl

er løtt og súrlig øl við nógvum smakki. Hveitiøl er bryggjað við pilsnarmalti og hveiti. Smakkurin er mjúkur og kryddaður við einum søtligum eftirsmakki. 

Eyðkennini kunnu vera sitrus, koriander og appilsinskal. Hveitiølin er ikki eins beisk og onnur ølsløg. Kann eisini vera myrk, og tá fær hon litin frá myrkum malti.

Ljósar ale

eru sum oftast lættar og hava av og á søtan smakk og fruktdám. Beiskleikin kann vera bæði heilt lættur og sterkur.

Myrkar ale

eru søtar við meiri fyllu. Beiskleikin kann vera bæði lættur og sterkur. Myrkar ale hava sum oftast eyðkenni av brendum malti.

Brown Ale

er bleyt, mjúk og smakkmikil øl við einum farra av karamelli og nøtum.

Portari

er myrkur og næstan svartur. Í portara er ein maltsøtleiki, sum kann bera dáma av sjokulátu, kaffi og enntá lakressi.

Stout

minnir um portara, men í stouti er maltið væl meira snerkt, og kaffismakkurin kennist góður. Kann roynast saman við einum rætti við nógvum fleski í. Í Írlandi drekka tey stout aftur við skeljadjórum

Pale Ale

er gylt, fruktkend og beisk øl. Talan er um eina turra øl við nógvum blómuanga og beiskleika. Hóskar væl aftur við kryddaðum, indiskum ella tailendskum mati.

 
Spyr okkum
Farspor
Hendan síðan brúkar farspor (cookies) fyri at geva tær eina betri uppliving. Les meira um, hvussu vit brúka farspor, og hvussu tú broytir tínar stillingar her.