Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Varahandilsleiðari til Rúsdrekkasøluna í Havn

8. juni 2021

Eitt spennandi og fjølbroytt starv í størsta handlinum hjá Rúsdrekkasølu Landsins er leyst at søkja

Um tær dámar at fáast við starvsfólk, sølu, goymslu og kundatænastu, so er hetta júst starvið fyri teg. Í handlinum verður tú partur av starvsfólkahópinum, sum telur 10-15 starvsfólk. Starvið sum varaleiðari er breitt og fjølbroytt. Arbeiðsuppgávurnar snúgva seg millum annað um dagliga leiðslu, starvsfólkaleiðslu, íverksetan, góðskumeting og kundaráðgeving. Varaleiðarin í handlinum vísir til handilsleiðaran.

Um teg
Tú hevur viðkomandi royndir innan leiðslu og starvsfólkaleiðslu, tænastu, handil og sølu

Harafturat hevur tú góð evni at síggja virkismøguleikar heldur enn forðingar, og hevur góð tænastuevni og arbeiðslag.

Tú samstarvar og samskiftir væl, bæði persónliga og umvegis teldu, og tú vilt vera ein góð fyrimynd fyri tínar starvsfelagar, so at tey leita sær til tín, tá ið okkurt er áfatt.

Setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið, og er lønt eftir lønarflokki 5 hjá Starvsfelagnum.

Umsókn
Skrivlig umsókn við CV og viðkomandi prógvavriti, umframt møgulig viðmæli skulu vera Rúsdrekkasølu Landsins í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. juni 2021. Umsóknin skal sendast við telduposti til kmj@rusan.fo

Ynskir tú nærri kunning um starvið, so kanst tú seta teg í samband við Theis Herdalur, handilsleiðara, á theis@rusan.fo ella á 34 04 11.