Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Prísur v/MVG |
---|
Rúsdrekkasøla Landsins sóknast eftir einum fíggjar- og fyrisitingarleiðara at byrja 15.september 2022 ella eftir nærri avtalu.
Í hesum starvi fært tú eitt avbjóðandi og fjølbroytt starv. Høvuðsuppgávur tínar verða at hava fíggjar- og fyrisitingarviðurskifti um hendi, umframt at skipa mannagondir og starvssetanir. Tú vísur beinleiðis til stjóran.
Útbúgving og førleikar
Persónligir eginleikar
Í hesum starvi fært tú møguleika at arbeiða í eini landsfyritøku, sum er í støguðari broyting og menning. Tú fært eisini góðar møguleikar at menna teg bæði fakliga og persónliga.
Løn og setanartreytir
eru sambært sáttmála millum Búskapar- og løgfrøðingafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Send tína umsókn
við avriti av prógvum, CV og viðkomandi skjølum við teldubrævi til starv@rusan.fo heiti: ”Fíggjar- og fyrisitingarleiðari”
Umsóknarfreistin er sunnudagin 21. august 2022.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, vinarliga set teg í samband við Rógva Andrias Fossádal, stjóra, á tlf. 340 440